FF-valið
Teir, sum seinasta fríggjadag høvdu leitað sær í Vinnuháskúlan at lýða á valfundin millum valevnini, sum eru uppstillaði til felagsformansvalið í Føroya Fiskimannafelag, upplivdu ikki tað heilt stóra "brakið" hendan dagin.
Valevnini vóru sum heild rímiliga siðilig og uppførdu seg mannsømiliga – í sinn og skinn, sum tikið plagar at verða til.
Nógv verður sagt á einum slíkum fundi, og tað hevði ivaleyst verið troyttandi fyri nógvar lesarar, um vit endurgóvu hvørt einasta orð, sum havt var á munni.
Vit hava tí í hesi umrøðu valt at taka framløgurnar við - tað, sum tey trý valevnini í fyrsta lagi hava at siga sínum veljarum, áðrenn seinasti "krossurin" verður settur á atkvøðuseðilin.
Sum blað hevur Sosialurin ikki gjørt so nógv burtur úr valinum, sum er fyrsta felagsformansval í FF í 18 ár. Hinvegin hevur blaðið staðið opið fyri øllum trimum valevnunum at skriva, lýsa sínar meiningar og gera viðmerkingar til hvønn annan, um hugur var til tess.
Nú líður valið móti endanum, og spenningur er um, hvør av teimum trimum – í bókstavarøð - Jan Højgaard, Óli Jacobsen ella Dan R. Petersen, fara at draga longsta stráið, tá ið fiskimenn hava atkvøtt.
Allir valseðlarnir skulu nevniliga verða grannskoðara FF’s, Rasmussen & Weihe, í hendi í seinasta lagi 30. januar – og felagsformaðurin, sum tá tekur við, byrjar longu í starvinum 1. februar.
Jú, valið er spennandi, og eftir okkara tykki er ógjørligt at meta um, hvør verður í stólinum á Bryggjubakka, tá ið upptalt verður.
Møguleikin er, at Óli Jacobsen verður sitandi – í enn eitt valskeið omanyvir tey 36 árini, hann longu hevur sitið í hesum ábyrgdarstarvi.
Hvørjar møguleikar Jan Højgaard hevur at gerast nýggjur formaður, er ógjørligt at siga, men sum vit hava skilt, hevur hann dúgliga vitjað umborð á skip og hevur ivaleyst eisini sína undirtøku.
Allir føroyingar kenna Dan R. Petersen, sum umframt at vera lærari – og parttíðar fiskimaður - eisini er kendur úr løgtinginum.
Dan hevur ført hvassasta pennin í hesum valstríði.
Jú, eitt spennandi val líður nú móti endanum, og vit fara at ynskja tí, sum verður verandi – ella kemur í henda álitissess – góða eydnu og blíðan byr.
Tað, sum ræður er, er í fyrsta lagi at tæna teirri uppgávu, sum felagsformaðurin hevur.