Um ein hyggur eftir avrikunum hjá íslendska meistaraliðnum, FH í Champions League og í Europa League undankappingunum seinastu fimm árini, so hava íslendsku meistararnir staðið seg veruliga væl.
Tá teir hava verið slignir út úr kappingunum hevur tað verið við einum máli, aftaná longda leiktíð, og uppá færri mál skoraði á útivølli. Bert ta einu ferðina, í 2014 fekk FH veruliga bank í Europa League undankappingini, tá teir á gáttini til bólkaspælið taptu samanlagt 2-7 til sterka belgiska liðið, Genk. Burtursæð frá tí dystinum eru mótstøðuliðini hjá FH veruliga sloppin at arbeiða hart fyri sínum sigrum.
Í Europa League undankappingini í 2014 møtti FH svenska liðnum, Elfsborg í triðja undanumfarinum. Tað gekk minni væl í útidystinum, sum Elfsborg vann 4-1, men FH bjargaði æruni við einum 2-1 heimasigri á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.
Í fjør spældi FH 1-1 úti og 2-2 heima ímóti írska liðnum, Dundalk. FH vóru sendir út úr Champions League undankappingini í øðrum undanumfarinum. Dundalk megnaði at vinna seg í bólkaspælið í Europa League.
Í 2012 tapti FH tepurt 1-2 samanlagt ímóti AIK Stockholm í Europa League undankappingini.
Í 2013 var FH á gáttini til Champions League bólkaspælið í 3. og seinasta undanumfarinum. Tá tapti FH tepurt 0-1 samanlagt til Austria Wien úr Eysturríki. Næstu dystirnir vóru tá um at sleppa í Europa League bólkaspælið. Men tá tapti FH samanlagt 2-7 ímóti belgiska liðnum, Genk.
Seinast FH møtti einum føroyskum liði var í Champions League undankappingini í 2007. Tá setti FH tingini uppá pláss við einum tryggum 4-1 heimasigri á HB. Dysturin í Gundadali endaði 0-0.