- Eg eri spent, men eisini fjáltrut, sigur Fía Mittún, tá pápin um morgunin spyr, um hon er tilreiðar.
- Eg vil gjarna vera sum øll hini og kunna smíla, sigur hon. Í sendingini greiðir hon eisini frá, at tað hevur verið torført at møta fólki fyrstu ferð.
Í sendingini Holder Danmark i live, ið verður á TV2 í kvøld, luttekur føroyska Fía Mittún. Hon skal undir skurð, fyri at flyta ein muskul úr lærinum í kjálkan, ið skal hjálpa henni at kunna smíla.
Tann tá 15 ára gamla Fía Mittún, er rakt av eini sjáldsamari nervasjúku, ið nevnist Møbius syndromið, ið ger at nakrir av nervunum í andlitinum eru lammaðir. Í hennara føri merkir hetta, at hon ikki hevur megnað at smílast við vinstru síðu av andlitinum og at hon skeitir. Í septembur í fjør varð hon løgd undir skurð, og læknar skuldu flyta ein muskil úr lærinum og seta hann í kjálkan. Skurðviðgerðin varar í fimm tímar.
Hesi tilgongdini og skurðviðgerðini kunnu vit fylgja á TV2 í kvøld, í sendingini Holder Danmark i live, sum verður víst klokkan 19.50 føroyska tíð. 100 upptøkutól fylgja starvsfólkum og sjúklingum á sjúkrahúsum ymsa staðni í Danmark og eitt av hesum toymunum fylgir so skurðviðgerðini hjá Fíu Mittún á Ríkissjúkrahúsinum.
Tað er skurðlæknin Jens Jørgen Elberg, ið skal gera skurðviðgerðina og við TV2.dk sigur hann, at ein tílík viðgerð kostar 80.000 krónur.
- Tað haldi eg vera bíligt fyri eitt smíl. Størsta avbjóðingin er, at seta muskilin rætt, so at smílið verður makaskapað, sigur hann.