FIF vann dystin ímillum føroyingafeløgini

Tey bæði nýggju føroyingafeløgini í Keypmannahavn, FIF og Ajax spældu venjingardysti í gjár

ÍF Føroyar hevur fingið harða kapping um føroyska leikaratilfeingið í Keypmannahavn.

Hondbóltsfelagið á Frederiksberg, FIF, hevur fimm føroyskar leikarar á mansliðnum, meðan Ajax København hevur ein mansleikara og tríggjar kvinnuleikarar.

Les eisini:

Eirikur og hinir í FIF: Jú fleiri føroyingar jú betri'

Brandur til stórt danskt felag

Ársins leikari eisini til Ajax

 

Í gjár spældu mansliðini hjá feløgunum báðum, ið bæði spæla í næstfremstu donsku deildini, venjingardyst. Undan kappingini verður Ajax styrkismett heldur væl frægari enn FIF, men hetta sást ikki henda dagin.

Á síni Facebooksíðu skrivar FIF at ein sterk verja og góðir málverjar tóku pippið frá Ajax, og eftir lítlari løtu var 11-4 til uppflytararnar úr FIF, ið henda dagin høvdu Róa Berg Hansen, Jónas Gunnarsson Djurhuus og Niklas Højgaard Hanusarson á liðnum. Tóraldur Kollsker og Eirikur Simonsen spældu ikki við.

Ajax, við Brandi Halgirssyni á liðnum, kom ongantíð veruliga ígongd, og endin var ein greiður sigur til teir tríggjar føroyingarnar í FIF við úrslitinum 30-21.

Mansliðini hjá Ajax og FIF spæla fyrstu landskappingardystirnar ávikavist 31. august og 1. september

Besta kvinnuliðið hjá Ajax spælir sín fyrsta dyst í fremstu deildini 31. august, og spurningurin er um onkur av teimum trimum føroyingunum, Magna Tórðardóttir, Anna Brimnes og Marianna Geirsdóttir Eystberg verða í hópinum.