FIFA fann yvir sjey milliónir hatursligar viðmerkingar undir HM

Meira enn 1.000 hóttanir eru fráboðaðar til løgreglu og aðrar myndugleikar

Enski landsliðsvenjarin Thomas Tuchel hevur verið fyri hørðum atfinningum á sosialu miðlunum, síðani England tapti HM-hálvfinaluna móti Argentina. Mynd: Ritzau Scanpix

Yvir sjey milliónir uppsløg og viðmerkingar við møguliga hatursligum innihaldi eru staðfest undir HM-endaspælinum í fótbólti.

 

Tað upplýsir Altjóða Fótbóltssamgongan, FIFA, sum hevur ment eina serliga skipan at verja spælarar, venjarar, dómarar og aðrar aktørar á sosialu miðlunum.

 

Skipanin, FIFA Social Media Protection Service (SMPS), hevur gjøgnumgingið 53 milliónir uppsløg og viðmerkingar undir HM. Av teimum eru meira enn sjey milliónir mett at hava hatursligt ella niðrandi innihald, og roynt hevur verið at fingið tey tikin burtur.

 

Til samanberingar staðfesti skipanin umleið 470.000 møguliga krenkandi uppsløg undir HM í Katar í 2022.

 

Vitlíki verður brúkt til at eyðmerkja viðmerkingar, sum kunnu vera hatursligar ella hóttandi.

 

Sambært FIFA hava meira enn 1.000 hóttanir ella onnur boð verið so álvarslig, at tey eru fráboðað til løgreglu ella aðrar myndugleikar.

 

Enski landsliðsvenjarin Thomas Tuchel hevur verið ein av teimum, sum hevur fingið harða atfinning á sosialu miðlunum, síðani Ongland mikudagin tapti HM-hálvfinaluna móti Argentina.

 

Enski landsliðsvenjarin Thomas Tuchel hevur verið fyri hørðum atfinningum á sosialu miðlunum, síðani England tapti HM-hálvfinaluna móti Argentina. Mynd: Ritzau Scanpix