Andrass Johansen steðgar fótbóltsyrkisleiðini

Føroyski miðvallarin Andrass Johansen hevur avgjørt at seta fótbóltsyrkisleiðina á pausu – og kanska enda hana heilt.

Tað boðar danska felagið Fremad Amager frá, eftir at felagið og 24 ára gamli føroyingurin eru vorðin samd um at steðga samstarvinum.

 

Sambært Andrassi er avgerðin tikin eftir drúgvar umhugsanir og fleiri ár við skaðum.

 

– Í dag er ein av teimum meira kensluligu døgunum. Eftir nógvar tankar og umhugsanir havi eg valt at seta yrkisleiðina á pausu – ella kanska gevast heilt, sigur hann.

 

Hann vísir á, at skaðarnir hava plágað hann í fleiri ár. Hóast hann í mai skrivaði undir ein nýggjan tvey ára sáttmála í vón um, at summarsteðgurin fór at hjálpa honum, er støðan ikki batnað.

 

– Soleiðis varð tað ikki, og tí havi eg nú tikið avgerðina um at steðga, sigur Andrass Johansen.

 

Hann takkar bæði felagnum og viðhaldsfólkunum fyri tíðina í Fremad Amager.

 

– Tað hevur verið ein heiður at borið troyggjuna, og eg eri æviga takksamur fyri at hava verið partur av liði tykkara, sigur hann.

 

Ítróttarstjórin í Fremad Amager, David Boysen, sigur, at felagið hevði roknað við Andrassi sum einum av lyklaspælarunum komandi kappingarár.

 

– Tað kemur sjálvandi óvart á okkum, men vit virða avgerðina hjá Andrassi. Hann verður altíð vælkomin aftur í Sundby Idrætspark, sigur Boysen.

 

Felagið ynskir føroyska miðvallaranum alt tað besta – bæði í lívinum og í nýggju leiklutinum sum giftur maður.