FIFA: Her er ársins lið

Tað er ikki heilt uttan undran, at FIFA hevur sett ársins lið

Tey bestu hjá FIFA eru kosin. Lionel Messi bleiv kosin til ársins spælara frammanfyri Virgil van Dijk og Cristiano Ronaldo, meðan amerikanski heimsmeistarin, Megan Rapinoe, bleiv kosin til ársins spælara hjá kvinnunum. 

Til tiltakið í Milano í Italia bleiv eisini ársins lið sett. Flestu av spælarunum tykjast hava vunnið sær rættin til liðið. Har í millum Alisson Becker, Matthijs de Ligt, Virgil van Dijk, Frenkie de Jong, Eden Hazard, Cristiano Ronaldo og Lionel Messi.

##med2##

Tó verða spurningar settir við serliga tveir mans. Sergio Ramos og Marcelo úr Real Madrid. Spanska høvðusstaðarfelagið hevði eitt vánaligt kappingarár, og tí kemur Luka Modric partvís eisini undir somu treyt. Liðið endaði 19 stig aftanfyri FC Barcelona í La Liga og reyk út móti Ajax í Champions League.

Hartil er Kylian Mbappe í álopinum, men hann fekk færri atkvøður enn bæði Sadio Mané og Mohamed Salah hjá Liverpool, sum spæla á sama plássi. Her er ársins lið hjá FIFA:

##med3##

Málverji: Alisson Becker (Liverpool/Brasil)

Verjan: Matthijs de Ligt (Ajax, Juventus/Holland), Sergio Ramos (Real Madrid/Spania), Virgil van Dijk (Liverpool/Holland), Marcelo (Real Madrid/Brasil)

Miðjan: Luka Modric (Real Madrid/Kroatia), Frenkie de Jong (Ajax, Barcelona/Holland), Eden Hazard (Chelsea, Real Madrid/Belgia)

Álop: Kylian Mbappe (Paris St-Germain/Frakland), Cristiano Ronaldo (Juventus/Portugal), Lionel Messi (Barcelona/Argentina)