Koronafarsóttin hevur havt stórar avleiðingar fyri tað mesta av samfelagnum keing allan heimin. Soleiðis er eisini við fótbóltinum, har FIFA nú hevur sett ein arbeiðsbólk at takla avleiðingarnar av faróttini.
FIFA metir koronafarsóttin hevur kostað fótbóltinum um 88 milliardir krónur. Hetta sæst kanska ikki allastaðni enn, men í Onglandi er millum annað eitt felag sum Macclesfield Town Football Club um at fara av knóranum.
Tað er eisini í størri mun tey smærri feløgini, ið liva av áskoðarainntøkum og øðrum líknandi inntøkum, sum blíva rakt hart av tilmælunum um frástøðu og reglugerðum um dystir uttan áskoðarar.
FIFA hevur nú sett ein arbeiðsbólk at finna útav hvussu gongdin kann taklast. Maðurin, sum skal standa á odda fyri arbeiðsbólkinum er Olli Rehn, formaður í Bank of Finland.
- Tað hevur skat nógv órógv á fleiri stigum av altjóða fótbólti, nú fleiri feløg standa frammanfyri ein torførari tíð. Eg eri serliga bangin um ungdómsfótbólt og feløg, sum spæla í lægru deildunum, sigur Olli Rehn til Reuters.
Hann er serliga stúrin um gongdina í Suðuramerika, Afrika og Asia. Afrika og Asia eru avbera hart rakt. Eitt nú brúka fleiri feløg pengar upp á ungdómsarbeiði í Afrika við tí vón um, at teir góður spælari kemur burturúr.
- Tað er ein stórur vandi fyri, at alt tað góða arbeiði, sum verður gjørt fyri at menna fótbólt í Asia og Afrika verður oyðulagt. Nú skulu vit royna at avmarka skaðarnar, so tað positiva gongdin kann halda fram, sigur Olli Rehn til Reuters.
Í Føroyum hevur ÍSF víst á, at føroyskur ítróttur manglar pengar, fyri at kunna halda fram. Hetta er eisini galdandi í føroyskum fótbólti, sum tó ikki hevur verið eins hart raktur, tí í løtuni kunnu áskoðarar koma til dystir.