FIFA-maður fingið nokk

Domenico Scala, sum hevur roynt at broytt FIFA til tað betra, tveitir nú handklæðið í ringin, tí hann saknar veruligar batar

Hóast mong tóku væl ímóti tíðindunum um, at FIFA fyri fyrstu ferð fekk ein kvinnuligan aðalskrivara, Fatma Samoura úr Senegal, sum eisini var fyrsti afrikanski aðalskrivarin, var tað ikki nóg mikið til at tryggja innanhýsis friðin.

Tvørturímóti er tað sannur baksláttur fyri arbeiðið at reinsa FIFA eftir ákærur og skuldsetingar um mutur og rotinskap í áravís, at ein av teimum fremstu at betra um felagsskapin, Domenico Scala, hevur lagt frá sær.

Hann hevur sagt seg frá sum mótmæli ímóti, at FIFA-kongressin, sum í hesum døgum er í Mexico City, hevur samtykt at hava fult tamarhald á, hvørki skulu innstillast til óheftar eftirlitsnevndir í FIFA.

Nýggja uppskotið, sum var samtykt við 186 atkvøðum fyri og bara einari ímóti, gevur FIFA-leisluni heimild til at seta ella uppsiga fólk í teimum nevndunum, ið skulu vera púrasta óheftar.

FIFA undirgrevur

Domenico Scala, sum hevur staðið á odda fyri grannskoðanini hjá FIFA, hevur havt ein stóran leiklut í arbeiðinum at seta í verk nýskipanir, so FIFA skal sleppa undan øllum mutursgølunum, og hann sigur nýggju samtyktina beinleiðis undirgrava allar royndir at broyta FIFA til tað betra.

– Hereftir kann aðalnevndin í FIFA forða fyri øllum kanningum av einstøkum nevndarlimum, tí gongur kanningararbeiðið onkrum ov nær, er bara at koyra tey frá, sum grópa ov nógv, ella bara at hótta tey við uppsøgn, segði Scala.

– Nevndirnar, ið skulu hava eftirlit við, at alt gongur rætt fyri seg, missa sín sjálvsavgerðarrætt og kunnu enda sum hjálparamboð hjá teimum, sum tær áttu at havt eftirlit við og hildið í oyruni á, segði hann.

FIFA sigur hinvegin, at Scala hevur misskilt samtyktina, tí nevndirnar verða framvegis líka óheftar. Sambært FIFA hevur uppskotið bara til endamáls at gera tað møguligt hjá ovastu leiðslini at velja nýggjar limir í nevndirnar, tá øll skipanin hjá FIFA verður umskipað hetta næsta árið.