FIFA viðgongur mutur í samband við HM endaspøl

FIFA hevur nú stevnt mutraðum fólki fyri at fáa stórar peningaupphæddir aftur

Altjóða fótbóltssamgongan FIFA er komið fram við, at Frakland og Suðurafrika brúktu mutur fyri at fáa HM-endaspølini í 1998 (Frakland), og í 2010 (Suðurafrika). FIFA saksøkir nú fólki, sum hava fingist við mutur í samband við hesi bæði HM-endaspølini.

 

- Sum heimsins fremsti fótbóltsfelagsskapur ynska vit at fáa peningin aftur, og vit hava sett okkum fyri, at tað skal eydnast okkum, líkamikið hvussu langa tíð tað fer at taka, sigur tann nývaldi FIFA-forsetin, Gianni Infantino. Millum fótbóltssambondini, sum valdu Gianni Infantino til FIFA-forseta var Fótbóltsamband Føroya.

 

FIFA hevur boðað frá, at Suðurafrika rindaði eina upphædd, sum svarar til 72 miljónir krónur í okkara peningi fyri at fáa HM-endaspælið í 2010. 

 

Samanlagt hevur FIFA stevnt 39 persónum og tveimum feløgum, skrivar tíðindastovan Reuter. FIFA er komið til ta niðurstøðu, at samanlagt er mutur framt í altjóða fótbólti fyri eina upphædd, sum svarar til 1,4 miljardir krónur í okkara peningi tey seinnu árini.

 

Í morgin hevur Gianni Infantino sín fyrsta stjórnarfund, sum FIFA-forseti, og hann hevur tískil valt at melda hart út áðrenn hendan stjórnarfundin, at FIFA ætlar at sláa hart niður á mutur, og hann ætlar beinhart at halda hesa kósina, sum hann er valdur til at halda.