Fíggjarliga gekk tað betri enn væntað

Sambært fíggjarætlanini fyri 2022 varð roknað við einum halli eftir íløgur á 12,2 miljónir, men staðfest varð eitt avlop á 2,0 miljónir - ella 14,2 miljónir betri úrslit, enn roknað varð við.

Á almennum fundi í Nes kommunu hin 24. apríl varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2022 samtyktur. Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2022 vóru hægri enn mett, og at útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2022 vóru minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2022.

Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2022, eftir frádrátt av rentustuðli, var 73,2 miljónir, sum er 4,1 miljónir hægri enn í 2021. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2021 varð roknað við eini nettoskattainntøku eftir á 67,7 miljónir. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2022 5,5 miljónir hægri enn mett.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2022 vóru 57,5 miljónir, sum er 2,7 miljónir meira enn í 2021. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2022 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu  á 59,3 miljónir. Sostatt vórðu samlaðu útreiðslurnar í 2022 1,8 miljónir minni enn mett í fíggjarætlanini.

Rakstraravlopið í 2022 var 15,6 mió. kr., í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einum avlopi uppá 8,4 mió. kr.. Rakstraravlopið varð sostatt 7,2 mió. kr. betri enn mett.

Samlaðu nettoíløgurnar í 2022 vóru 13,7 mió. kr.. Í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 20,6 mió. kr.. Íløgurnar í 2022 vóru sostatt 6,9 mió. kr. minni enn mett í fíggjarætlanini. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2022, verða fluttar til 2023.

Sambært fíggjarætlanini fyri 2022 varð roknað við einum halli eftir íløgur á 12,2 miljónir, men staðfest varð eitt yvirskot á 2,0 miljónir - ella 14,2 miljónir betri úrslit, enn roknað varð við.

Í Nes kommunu vísa tey á, at kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina árliga skattaálíkning.

- Markið hjá okkum fyri árligari skattaálíkning var pr. 31.12.2022 65,8 miljónir, roknað við einum skattaprosenti á 23%. Nettoskuldin hjá Nes kommunu er sostatt 43% av eini skattaálíkning.

Tað siga tey í Nes kommunu, nú ársroknskapurin hjá kommununi fyri 2022 er samtyktur. Ein samadráttur verður latin øllum húsarhaldum í kommununi, og ársroknskapurin kann eisini síggjast um heimasíðuna - www.nes.fo