Fíggjarligir fyrimunir við tøttum samstarvi

Í løtuni sær alt aftur ljósareytt út eftir sváru fíggjarkreppuna, sum fyri fáum árum síðani rakti hart.

Í løtuni sær alt aftur ljósareytt út eftir sváru fíggjarkreppuna, sum fyri fáum árum síðani rakti hart. 

Men nú tað gongur væl, mugu vit ikki gloyma, hvussu donsku bankapakkarnir traðkaðu til og hjálptu føroyska fíggjarheiminum.

Og tað er gott at vita, at vit framvegis hava hetta fíggjarliga trygdarnetið, nú vit síggja, at avlopið hjá BankNordik hevur verið ov lítið. Seinasta tíðin hevur verið merkt av hópuppsagnum og vánaligari inntjening.

Vit, Føroya fólk, eiga framvegis 33 % av BankNordik, og tí er týdningarmikið, at bankin verður stýrdur væl og gevur avkast til okkum eigarar. Tað seta vit sum krav.  

Men við tøttum samstarvi skulu eisini aktørar innan danska fíggjarheimin til dømis BRF, sum lænir pening út, umframt onnur kreditfeløg og tryggingarfeløg kunna arbeiða frítt og beinleiðis við føroyskar kundar uttanum øll dýrkandi millumlið.


Og tá vit umrøða dýrkandi millumlið, má eg spyrja, um vit yvirhøvur hava tørv á eini dýrari umboðsstovu í Keypmannahavn. Kundu hesir pengarnir ikki verið brúktir betri?

Vónandi kemur Javnaðarflokkurin skjótt aftur í Landsstýrið, og tá má øll Uttanlandstænastan endurskoðast. Sendiharrastørvini, sum eru sera væl lønt, eiga at verða lýst leys, og tað skulu ikki bara vera nøkur fá útvald fólk, sum deila hesar feitu bitarnar sínamillum.

Vit eiga at krevja, at okkara sendiharrar veruliga gera nakað munagott fyri Føroyar, føroya fólk og okkara vinnulív.


Hesum vil eg virka fyri.


Bjarni Hammer, valevni hjá Javnaðarflokkinum