Stórspælið, sum Christiano Ronaldo hevur sýnt fyri Manchester United hetta kappingarárið, hevur av álvara vakt ans hjá fleiri av stóru europisku feløgunum. Nógv hevur eisini verið skrivað um, at eitt nú Barcelona og Real Madrid standa klár við tí heilt stóra kekkinum, men ein annars portugisiskur stórspælari, Luis Figo, Biður nú Ronaldo hugsa seg væl um. – Hann kann koma langt, men hann noyðist at hugsa seg væl um. Sjálvur ivist eg ikki í, at Ronaldo kann vinna alt, men hetta er tengt at, at felag hansara er á sama høga støði, sum spælarin sjálvur, sigur Luis Figo.