Fílabeinsstrondin og Nigeria vunnu seg í finaluna

Finalan um afrikanska meistaraheitið verður spæld sunnukvøldið klokkan 20

Tað vera Fílabeinsstrondin og Nigeria, ið koma at spæla finaluna um afrikanska meistaraheitið í fótbólti hjá monnum komandi sunnukvøld klokkan 20. 

 

Vertslandið, Fílabeinsstrondin vann 1-0 á Fólkaræðisliga Lýðveldinum Kongo í hálvfinaluni. Sebastien Haller gjørdist stóra hetjan tá hann skoraði sigursmálið í 65. minutti.

 

Nigeria vann 5-3 á Suðurafrika aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping. 

 

William Troost-Ekong legði Nigeria á odda tá 67 minuttir vóru leiktir. Heilt móti dystarenda javnaði Teboho Mokoena við einum brotssparki, og so mátti longd leiktíð til. 

 

Í longdi leiktíðini kom einki mál. Í brotssparkskappingini skoraði Nigeria upp á fýra av fimm brotsspørkum, meðan Suðurafrika bert skoraði upp á tvey av fýra brotsspørkum.

 

Leygarkvøldið klokkan 20 spæla Suðurafrika og Fólkaræðisliga Lýðveldið Kongo dyst um bronsuna.