Filmsbrot: - Samgongan stendur enn saman um nýskipanina

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, avsannar, at samgongan hevur trupult við at finna semju um fiskivinnunýskipanina. Hann ásannar, at tað hevur verið torført at arbeitt við málinum og at tíðin hevur verið dekan ov knøpp hjá umsitingini at arbeitt við málinum.

 

- At fáa eitt so stórt mál at ganga upp, tað er ein stór avbjóðing, men tað er eingin ivi, at tær viðgerir, ið hava verið, hava flutt okkum ómetaliga langt, sigur Høgni Hoydal.

 

Hann viðurkennir, at hann hevði vilja havt málið ígjøgnum nú, men at tey fara at brúka tær eyka vikurnar at endurskoa uppskotið.