Navn2007
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð3 mðr
Bjarni Restorff1 ár
Edward Fuglø3 mðr
Guðrið Poulsen2 mðr
Hanni J. Bjartalíð3 mðr
Hanus G. Johansen6 mðr
Hjørdis Johansen1 mð
Ingi Joensen3 mðr
Janus á Húsagarði2 mðr
Jens Mortan Mortensen1 mð
Jens Pauli Heinesen2 mðr
Jóanes Nielsen6 mðr
Jógvan S. Biskopstø2 mðr
Katrin Ottarsdóttir3 ár
Marianna Mørkøre4 mðr
Marianne Clausen1 ár
Marita Súsanna Dalsgaard1 mð
Philippe Carré2 mðr
Rannvá Káradóttir Justinussen2 mðr
Sigrun G. Niclasen6 mðr
Sunleif Rasmussen3 mðr
Vónbjørt Linjonsdóttir2 mðr
Harumframt eru latnar starvslønir til 16 listafólk og rithøvundar, í alt 36 mánaðir.
Tilsamans 90 mánaðarlønir fyri slakar 2,0 milliónir eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði.
Tilsamans vóru 62 umsøkjarar ið søktu um starvsløn fyri umleið 11 milliónir krónur. Av teimum vóru 22 umsóknir játtaðar.
Starvslønirnar kunnu verða latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1 mánað til 12 mánadir.
Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. august 2006 er kr. 22.010,74 um mánaðin.
Fakta:
Mentanargrunnur Landsins
Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum.
Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.