Hesar litfilmsupptøkur hava Alf og James Cordiner, sum eru feðgar úr Aberdeen í Skotlandi, gjørt. Teir vóru stórir føroyavinir og vitjaðu javnan her á klettunum.
Samskiftið millum føroyska umboðsmannin í Aberdeen, Sofus Poulsen, og Ingu Simonsen í Havn førdi til, at abbasonur James og sonur Alf, Stephen Cordiner lat filmsrullurnar til Føroyar.
Eisini er ein upptøka frá húsinum hjá Mariu "Shell" í Pedda við Steinsgøtu, har m.o. Rodmundur í Liða sæst.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja filmin, sum Heri Simosen hevur lagt á Youtube.