Filmur: Joyland

Er tað í lagi at vísa øðrum, hvør tú í veruleikanum ert?

Hvat munnu grannarnir fara at halda? Hvat fara foreldrini at siga? Ikki er tað lætt at vera Haider í pakistanska filminum, Joyland, sum verður sýndur í Norðurlandahúsinum, 12. novembur, kl 15.

 

Haider livir í skipaðum hjúnalagi og skal sambært siðvenju forsyrgja konu sínari og fáa ein son, sum skal føra ættina víðari. Hetta verður tó ikki so, tí í leitanini eftir arbeiði endar Haider í einum erotiskum dansileikhúsi, har hann byrjar at arbeiða, tó uttan at nakar fær hetta at vita. Her forelskar hann seg eisini í einari tvørkyndari dansistjørnu. 

 

Hvussu leingi man hann megna at fjala, hvør hann í veruleikanum er?

 

Joyland, sum eitt stutt tíðarskeið var bannaður av pakistanska stýrinum, er ein neyv og veruleikakend lýsing av viðurskiftunum hjá samkyndum í Pakistan. Men temað - rætturin at vera tú - er algilt. Saim Sadiq hevur leikstjórnað filmin, sum kom út í 2022.

 

FIMFF stendur fyri sýningini.