Áður havi eg nortið við, at Jørgen-Frantz Jacobsen flytir søgugongdina í skaldsøguni »Barbara« eini 50 ár í mun til søgnina »Beinta og Peder Arrheboe«. Søgnin fer í høvuðsheitum fram fyrst í 18. øld - Peder Arrheboe var prestur í Vágum frá 1706-18 - meðan skaldsøgan kann tíðarfestast til skeiðið 1763-1765.
Somuleiðis havi eg gjørt vart við, at grundin til hesa flyting ivaleyst er hon, at høvundurin vil inn í upplýsingartíðina, ið júst var í hæddini í miðjum 1700-talinum. Hann vil inn til Rousseau og kanska fyrst og fremst Voltaire. Pietisman er eisini ein partur av myndini í skaldsøguni, og ger seg ikki galdandi í Danmark fyrr enn í 1730unum. Tann fyrri parturin av øldini kann sostatt ikki brúkast, men tað kann umleið 1760, har høvi verður at seta ta týsk-donsku pietismuna upp ímóti tí ensk-fronsku upplýsingartíðini og hesi bæði upp ímóti tí »føroyska« Kingo.
La Rochefoucauld (1613-80), sum fleiri ferðir verður tikin upp á tungu av sorinskrivaranum Johan Hendrik Heyde, var rationalistur og ein fyritreytin fyri upplýsingartíðini saman við teimum somuleiðis rationalistisku filosofunum Descartes, Spinoza, Hobbes og Leibniz. Teimum á baki koma síðani empiristarnir Locke, Hume og Berkeley.
Upplýsingartíðin, tíðin har skil og vit ráða, har tú ikki bláoygdur gloypir líkum og ólíkum, og har tú krevur frælsi at trúgva, tosa og hugsa sum tær hóvar, var ein fyrimyndin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen: »Allan musikk úr hini frálíku 18. øld, sum í senn dyrkaði vit, dugnaskap og vakurleika, og sum aldi av sær nakrar av bestu filosofunum, yrkjaran Goethe og teir ítastu komponistarnar, kenni eg meg í samljóð við« (Dýrmæta lív. Føroyskað hevur Chr. Matras). Men William Heinesen vísir eisini á, at vinmaðurin hevði eina romantiska lind. Úr brævi frá mars 1926:
»Á Davidsens vínstovu hittir hann Otto Gelsted, sum »gav eina lyndismetan av mær, sum gjørdi meg ovfarnan: hann segði seg hava rakt við, at eg hóast mínar humanistisku rationalistisku og turrvitugu hugsjónir í míni innastu sál var ein stórromantikari, og styrki mín júst komst av hesi, sum hann segði so frálíka væl javnvigaðu dualismu. Tað sum um ráddi var at eingin av hesum evnapørtum, fyrst og fremst tann romantiski, ikki tók at vikna. Aftan á hetta havi eg verið stórbilsin av Gelsteds gløgga viti« (Dýrmæta lív).
William Heinesen vísir á, at Jørgen-Frantz Jacobsen javnan nertir við »tey áhugaverdu mótsetnings- og komplementerviðurskiftir« millum realismu og romantikk, og í eini grein um Edinburgh endar hann við hesum orðum:
»Í okkara døgum er romantikkin illa kend og er fyri háð og spott frá ikki so fáum, sum halda seg vera rættar, sakligar realistar. Men farið til Skotlands! Har ber til at síggja realistar. Teir dugnaligastu, ídnastu og kaldastu av øllum bretum eru eingir aðrir enn skotarnir. Tað er alvíst um allar leiðir. Hvør torir so at siga, at romantikkin er opium fyri sálina? Nei, nýtt á rættan hátt er romantikkin vitamin«. (Edinburgh í Tíðargreinir. Føroyskað hevur Chr. Matras).
Hesi bæði, tað rationella og tað romantiska, skulu so hava tamarhald hvørt á øðrum, skulu vera í javnvág.
Lat okkum nú tríva í nakrar av teimum filosofum sum vóru partur av andaligu fyritreytini hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, og hvørs filosofi er støði undir »Barbu og harra Pál«.
Renesansa og
upplýsingartíð
Undir renesansuni veksur áhugin fyri humanistiskum sjónarmiðum og somuleiðis ansurin fyri natúrvísind. Teir griksku og rómversku filosofarnir verða lisnir, og umboðandi fyri hetta tíðarskeið er tann heliosentriska heimsmyndin hjá Kopernikus sum kom í staðin fyri ta geosentrisku. Hóast kirkjan vildi hava, at alt skuldi mala um jørðina, so gjørdist tað truplari og truplari at gera greiði fyri rørslunum hjá himnakroppunum, ræsirnar gjørdust fløktar og óregluligar. Spurt varð, hvussu tað bar til, at Gud hevði skapað ein matematiskt ófullkomnan heim, í staðin fyri ein fullkomnan, har rørslurnar vóru sirklar. Nú kemur Kopernikus (1473-1543) upp í leikin og sigur, at mala bæði jørðin og hinar gongustjørnurnar um sólina, so eru rørslurnar sirklar.
Nú var fullkomileikin fingin til vega, men kirkjuni dámdi einki, at jørðin ikki longur var kjarnin og vildi vera við, at hetta var ímóti Bíbliuni. Tycho Brahe (1546-1601) var eisini ímóti, men av vísindaligum grundum. Hann segði, at mól jørðin um sólina, so átti eisini at borið til at máta eina broyting í støðuni hjá stjørnunum í mun til hvørja aðra. (Hendan broyting fer fram, men á Tycho Brahes døgum funnust eingi tól at máta hana við). Hann vildi tí vera við, at gongustjørnurnar mólu um sólina, meðan sólin mól um jørðina.
Johannes Kepler (1571-1630), sum var hjálparmaður Tycho Brahes, prógvaði síðani, at teir sirklar, sum planetirnar ferðaðust í, vóru trýstir flatir, og at sólin var annar brennidepilin. Tað snúði seg altso um ellipsir. Kepler var trúgvandi maður og var einki fegin um hetta, hann hevði funnið fram til, tí hví skuldi Gud skapa ófullkomnar sirklar? Men á annan bógvin helt Kepler seg til síni óryggiligu matematisku prógv, og á hin bógvin var hann fullvísur í, at Gud hevði skapað heimin. Ein í mangar mátar moderna støðutakan.
Kollveltingin av heimsmyndini bleiv fullgjørd av Isaac Newton (1642-1727), tá ið hann prógvaði, at tyngdarlógin - lógin um atdráttarmegi - ikki bara galt á jørðini, men ráddi í øllum alheiminum. Á henda hátt fekk Newton til vega eina fysikk sum svaraði til ta nýggju heimsmyndina, og hansara fatan stóð við líka til Albert Einstein kom við sínari relativitetsteori. Heimsmyndin hevði nú flutt sentrum frá Gudi til menniskjað - av himni á fold.
Hobbes, Descartes
og Leibniz
Í 17. øld verður roynt at brúka ta nýggju natúrvísindina til eina víðfevnandi lýsing av tilveruni. Ætlanin var at seta vísindalig hugtøk í staðin fyri hugtøk sum stavaðu frá Aristoteles (384-322). Kravið var ein nýggj heimsmynd. Slóðbrótarar á hesum øki eru millum aðrar eingilskmaðurin Thomas Hobbes (1588-1679), franskmaðurin René Descartes (1596-1650) og týskarin Gottfried Leibniz (1646-1716).
Grundsetningurin hjá Hobbes er: øll broyting er rørsla, sum er beint tað øvuta av setninginum hjá Aristoteles: øll rørsla er broyting. Hjá Aristoteles skal rørsla skiljast sum broyting, frá møguleika til veruleika. Aristoteles grundgevur ta kvantitativu rørsluna (eitt likam flytir seg úr einum stað í annað) kvalitativt, tvs. sum eitt skiftið frá einum slag av veran til eitt annað slag av veran. Hjá Hobbes er tað øvut: tann kvalitativa broytingin verður grundgivin við tí kvantitativu rørsluni. Rørsla er natúrunnar grundfyribrigdi.
Eitt fyribrigdi er grundgivið, tá ið tú hevur funnið tess neyðturviligu orsøk; tvs. ein rørsla er grundgivin, tá ið tú hevur funnið ta rørslu, sum hevur skapað hana. Á henda hátt er tilveran vorðin ein mekanisk skipan, og rørslulæra gerst tískil grundvísindin.
Hobbes ger neyvt mark ímillum royndir og vitan. Royndir geva okkum bara rættin at ætla um og halda; tær veita okkum ikki logiska trygga vitan. Hendan krevur, at nøvn verða sett á, og at hesi verða knýtt at dómum, tí bara dómar eru antin sannir ella rangir. Frá dóminum kanst tú síðani gera logiskar niðurstøður - tvs. deducera aðrar dómar.
Descartes royndi at grunda sannkenning á pástandir, hvørs sannleiki ikki skuldi prógvast við øðrum pástandum, sum so í sínum lagi aftur skuldu prógvast o.s.fr. men á pástandir, hvørs sannleiki var sjálvsagdur. At ein sannleiki er sjálvsagdur merkir, at tað logiskt ikki ber til at ivast í honum. Arbeiðshátturin hjá Descartes er tann metodiski ivin sum hevur við sær, at tað kann setast spurningur við so at siga allar sannleikar. Øll sansing kann vera svikafull, tað kann vera, at tú droymir, at tú bara ímyndar tær umheimin. Tað er bara eitt sum er vist, og tað er, at hann sum setir spurningarnar og ivast, hann er til. Við hesum vildi Descartes vera við, at hann hevði funnið ein setning, hvørs sannleika eingin kundi ivast í: Cogito ergo sum. Eg hugsi, sostatt eri eg til. Upprunastøðið hjá sannkenningini er við øðrum orðum sjálvsmedvitið. Filosofiin hjá Descartes verður mangan nevnd rationalisma, og her verður sipað til, at hon sigur seg føra fyri fáa sannkenning til vega gjøgnum skilið (ratio).
Leibniz vildi vera við, at Gud er til, tí at hugtakið um Gud er til, og Gud er fullkomin. Av hesum kann sigast, at hann má vera algóður, alvísur og almáttugur, og bara av tí grund ber tað til at siga, at tann heimur, sum hann hevur skapað, er bestur av øllum heimum. Viðurskiftini millum Gud og skapningarnar eru soleiðis háttaði, at tað samstundis er galdandi, at menniskjan ger, sum hon vil - og at Gud sær til, at alt verður sum frægast. Tað er júst ímóti hesum partinum av filosofiini hjá Leibniz, at Voltaire skrivaði »Candide«.
Empirisman
Í stuttum kann tað um rationalismuna sigast, at hon hevdar, at tað ber til at fáa sær vitan um veruleikan bara við at brúka skilið. Mótsett hesum hevdar empirisman, at øll vitan um veruleikan stavar frá sansingarroyndum. At halda uppá, sum Descartes og hinir rationalistarnir, at tað finnast viðføddar hugmyndir, metir John Locke (1632-1704) vera burturvið, tí alt sum kann sannkennast verður tað gjøgnum royndir. George Berkeley (1685-1753) umboðaði eina enn víðgongdari common-sense fatan, har tann ytra verðin er júst tað vit sannkenna, tvs. tað vit síggja, hoyra, føla, lukta og smakka. Men alt hetta skal perciperast (uppfatast); til dømis skilir tú ikki hugtakið ljóð, uttan at skilja tað sum tað, ið hoyrist. Somuleiðis er smakkur tað sum smakkar, litir tað sum sæst o.s.fr. Berkeley sigur, at hugmyndir eru bara til, tá ið tær verða perciperaðar, og tað hevur í sínum lagi við sær, at tann ytra verðin bara er til, tá ið hon verður perciperað. Men Berkeley viðurkendi sjálvsagt, at tað var vitleyst at hevda, at eitt borð ikki var til, tá ið tað ikki bleiv perciperað. Men hann gav seg kortini til tols við, at ein og hvør lutur umframt viðhvørt at verða perciperaður av menniskjum verður perciperaður av Gudi. Við tað at Gud altíð perciperar allar lutir, finnast allir lutir óheftir av perceptiónini hjá menniskjanum.
David Hume (1711-1776) er gitin fyri sínar kanningar av grundarlagnum undir sannkenning. Hvussu kunnu vit m.a. vita, hvørja avleiðing ein ávís orsøk hevur? Vit kunnu ikki røkka hesum gjøgnum skilbundnar sannroyndir; líkamikið hvussu stóran kunnleika vit hava um eina orsøk, so verða vit ikki før fyri logiskt at úrleiða, hvør avleiðingin verður. Tað finst bara ein máti at fáa hesa vitan, og tað er gjøgnum royndir.
Øll okkara vitan um veruleikan er grundað á royndir. Rakar ein billiardkúla ein aðra billiardkúlu, finst einki í sjálvari hendingini, at onnur kúlan rakar hina, sum logiskt hevur við sær ta hending, at hin kúlan fer á rull. At onnur hendingin kemur hinari á baki kann bara lærast við at síggja, at soleiðis gongur tað fyri seg; tú kanst ikki a priori vita, tvs. áðrenn royndina, hvat fer at henda. Royndirnar vísa, hvat ið hendir nú, men tær kunnu ikki vísa, hvat ið fer at henda. Fyri tí at sólin higartil er komin til sjóndar hvønn morgun, ber ikki til at prógva, at hon fer at koma undan kavi í morgin. Tú kanst ikki prógva, at ein ávís orsøk altíð fer at hava eina ávísa avleiðing.
Filosofiin hjá Hume endar lúkst í skepticismu. Okkara vitan molnar burtur, og eftir er bara sannføring, ein sannføring, sum hvørki kann grundgevast av skili ella gjøgnum royndir, men er treytað av ímyndan. Gaman í hava vit vissu í matematikkini, men hon hevur aftur fyri einki við veruleikan at skaffa, hennara dómar eru púra analytiskir. Allir pástandir um veruleikan eru grundaðir á royndir og eru treytaðir av orsakasambandi, sum í sínum lagi bara er nakað sum vit billa okkum inn.
Øðrumegin er próvførslan hjá Hume so sannførandi, at vit eru noydd at taka við henni, men hinumegin tykist tað høpisleyst at hevda, at vit ongantíð kunnu tosa um vitan. Mær vitandi er tað ikki eydnast at mótprógva Hume, hóast mangur hevur roynt.
Skil og kenslur
Hóast teir nevndu filosofarnir vóru Jørgen-Frantzi bæði kunnigir og ein fyrimyndin, so var tað minni enn so alla filosofi hondum dámdi. Í mai 1929 skrivar hann til William Heinesen:
»Ikki Schopenhauer! Og hann ætli eg mær heldur ikki at lesa, nei, hasum skuffudáriinum haldi eg meg langt burtur frá. Eg lesi ymist so við og við sum eg í mínum organiska framvøkstri komi at tí. Tú tosaði eina ferð um leti hjá mær viðvíkjandi bókmentum. Í summum lutum er hetta rætt, í summum órætt. Eg havi lisið bæði Goethe, Moliére, Voltaire, Corneille og Anatole France, og heldur tú, at tað er komið inn í annað oyrað og út aftur úr hinum (og tað manst tú halda?), so fert tú skeivur. Eg havi ongantíð kent meg skyldugan at endurhugsa 19. aldar tankakrongul. Og viðvíkjandi spekulativari filosofi, so vekur hon sama mótboð hjá mær sum Indre Missión«. (Dýrmæta lív).
Fara vit nú aftur til »Barbaru«, so er tað hampiliga greitt, hví søgugongdin er flutt 50 ár í mun til søgnina, men haraftrat verður mótsetningurin millum skil og kenslur speglaður í hvussu leikur fer. Og ikki altíð skilinum til heiðurs.
Sæð í mun til ta skilbundnu tilverufatanina hjá Jørgen-Frantz Jacobsen - krav um galliskan greidleika o.s.fr. - vildu vit hildið, at Andreas Heyde er hansara maður. Men sum tað púra greitt sæst av teimum tilburðum, har hann er uppií, so er hann latur og roynir at smoyggja sær undan har til ber. Hann er soleiðis ikki nóg dámligur at spæla leiklutin sum tann úrvaldi. Afturfyri er tað eingin ivi um, at Barbara - hon, sum umboðar kenslurnar ið verða feldar av køldum viti - er lýst, so at lesarin fær tokka til hana. At síggja til er viðvent í holuni: høvundurin fær lesaran at halda við kenslunum ímóti viti og skili. Og orðini hjá Gelsted renna okkum í hug.
Hvat prestinum viðvíkur so er hann og hansara pietisma - hóast blanka útvortis - fulkomiliga burturvið í hesum høpi. Harra Pál er ein bloyta, pietisman óbrukilig, meðan kirkjan og Kingo harafturímóti eru ein ómissandi partur av føroyskari mentan.
Í brøvum verður meira enn einaferð borið við júst Kingo: »Tað er eingin lygn, at tað er Tú, sum av fyrstan tíð hevur víst mær á Kingo« (til Chr. Matras), og William Heinesen og Jørgen-Frantz vóru samdir um, at Kingo hevði havt størri týdning í Føroyum enn í Danmark. Um Kingo-sjónarmiðið annars sigur Jørgen-Frantz soleiðis:
»Nú eri eg sjálvandi ikki Kingo-maður soleiðis sæð: Kied af Verden, kier ad Himmelen. Tvørturímóti eri eg av fullum hjarta »kærur at Verðini« (tað var Kingo kanska eisini) og tað er í hennara vandafulla spæli, at eg síggi lívsins stórleika og øgiliga og guðdómliga virði. Ein sterkur drykkur er lívið, í góðum og illum mennandi fyri tann, ið ikki fær ilt fyri hjartað av at drekka hann. Hetta skuldi verið perspektivið, eitt sindur banalt kanska, men alt sum skal hava alment gildi er á tromini av tí banala. Høvuðssakin er, hvussu tað verður ført fram«. (Bræv til Christian Matras 20.8.37).
Umboð fyri pietismuna
Pietisman varð í sínari tíð sett í verk sum eitt svar til tann reypandi barokkin, sum Kingo er ein partur av. Pietisman kravdi ein persónligan kristindóm, har tíni viðurskiftir við Gud høvdu størri týdning enn tann teologiski boðskapurin hjá prestunum. Helst skuldu als eingir prestar vera. Í Danmark - og Føroyum - fekk pietisman ógvuliga lítlan týdning, og høvuðsárinið man vera sálmarnir hjá H.A. Brorson.
Harra Pál er sendur til Føroya sum umboð fyri pietismuna, men longu frá fyrstu tíð er tað gjørt lesaranum greitt, at hann er ógvuliga fegin við tað sum hesumegin er, og at hansara sendiferð tí var dømd frammanundan. Eitt dømi um, hvørjar fastatøkur heimurin hevur á harra Páli, er frá illveðursferðini til Havnar, har menuettin frá fransavitjanini melur í høvdinum á honum. Tá ið hann er ringast sperdur, er tað ikki ein sálmur ið rennur fram fyri hann, men lagið frá menuettini sum Barba dansaði við franska admirálinum. Verðin sigrar í øllum.
Í einum av sínum seinastu brøvum til William Heinesen skrivar Jørgen-Frantz: »Við hesum vóni eg í stóran mun at hava fingið skil á Harra Pál sum ein í veruleikanum sansalig, ærusjúk, men fáfongd barokkmenniskja« (7.-10.2.1938). Harra Pál, umboðið hjá pietismuni í Føroyum, er ikki sjálvur pietistur.
Annars fær lesarin fær so líðandi varhugan av, at skaldsøgan ikki er vorðin akkurát soleiðis, sum av fyrstan tíð ætlað. Teir sum umboða skynsemi eru, tá ið søgan er av, ikki líka lýtaleysir sum frammanundan. Teir hava laðað sær ein kyniskan verjugarð, so at teir ikki verða fløktur upp í tað veruliga lívið. Johan Hendrik Heyde gjøgnumskoðar í stóran mun samanhangin, men hann vil heldur - kortini ikki órørdur - krógva seg handan bøkur og speisemi.
Rationalisma uttan kenslur er minst líka ótespiligt sum tað at lata kenslurnar valda í øllum. Eingin av høvuðsleikarunum í skaldsøguni tykist at finna hesa javnvágina. Afturfyri finst hon væl og virðiliga hjá løgmanninum Sámal Mikkjalssoni, men tað hevur kanska sínar serligu grundir? Í brævi til Trónd Olsen dagfest 20. december 1937 skrivar Jørgen-Frantz:
»Gott var tað, at tær dámdi kapitlið um ferðina um Vágafjørð. Tú bilsnast um, at eg havi dugað at skrivað hetta. Men tú má minnast til, at eg eri av góðum útróðrarblóði! Havi eg kanska ikki sjálvur verið í stórum vanda, so hava fedrarnir verið tað, og okkurt kámt minni úr bátinum hjá Rádna Bónda spøkir kanska enn í høvdinum á mær«.
Rádni Bóndi var pápi Samuel Pedersen, sum er tann løgmaður ið hevur sitið longst í embætinum. Hann tók við sum løgmaður í 1706 - sama árið sum Peder Arhboe kom til Føroya - og sat líka til 1752. Samuel Pedersen er greidliga fyrimyndin til skaldsøgunnar Sámal Mikkjalson - á donskum Samuel Mikkelsen - og tá ið tú verður varur við, at abbi Samuel Pedersen æt Samuel Mikkelsen, so er tað so líkatil. Tann hóvligi Sámal Mikkjalsson, sum altíð hevur tamarhald á støðuni, er slekt hjá Jørgen-Frantz Jacobsen.
Ein brennidepil av rákum
Hugburðurin mótvegis tilverufatanini hjá persónunum í »Barbu og harra Pál«, avdúkingin av teirra sjálvsfatan, hevur týðuligan íblástur frá La Rochefoucauld. Hann var háaðaligur og tískil krígsmaður, men gjørdist sum frá leið í staðin tann skeptiski eygleiðarin av lívi og levnað, og hansara »Maximes« (1664-78) snúgva seg í høvuðsheitum um avmarkingarnar hjá mannabørnunum. Tá ið vit halda nakað ella gera so ella so, er tað altíð við støði í sjálvsøkni. Handan allar rósverdar eginleikar húsast altíð sjálvgóðskan.
»Barba og harra Pál« er ein brennidepil av ideologiskum rákum. Í skaldsøguni hittast barokkur, pietisma og upplýsing. Haraftrat føroyskt og danskt. Jørgen-Frantz Jacobsen vildi vera blaðmaður og politikari, men hesum forðaði sjúkan fyri, og hann gjørdist í staðin skald. Tey politisku sjónarmiðini eru fyri tí ikki slept og koma væl og virðiliga til sjóndar í skaldsøguni. Kærleikin til Føroyar varð tíðum orðaður, kanska inniligast í hesum brævi til William Heinesen:
»Eg hevði mist evnini til at kenna minstu gleði, hevði eg ikki Føroyar at verma sinni mítt. Hetta veri sagt uttan sentimentalitet ella patos. Men soleiðis er tað. Heldur fátækur alt lívið, men føroyingur, enn altráan at vinna sær óføroyskan frama«. (Dýrmæta lív).
Hetta eru orð, sum ivaleyst enn eru verd at leggja sær í geyma.