Fimleikafelagið Ljósið 30 ár

21. oktober 2005 vóru liðin 30 ár síðan fimleikafelagið Ljósið í Havn varð stovnað. Hátíðarhaldið varð leygardagin 29. oktober. Tað var Lydia Arge saman við øðrum, sum tók stig til at stovna felagið í oktober 1975

Leygardagin 29. oktober hátíðarhelt Fimleikafelagið Ljósið sín 30 ára føðingardag í Gundadali við felagsfimleiki á ovara vølli, síðan var farið inn í Badmintonhøllina, har nakað var fyri bæði børn og vaksin. Eisini var ein áhugaverd myndaframsýning frá virkseminum hjá felagnum hesi 30 árini.

Søgan hjá felagnum byrjaði við Lydiu Arge í Havn, ið arbeiddi sum privatur fimleikalærari frá 1967-75. Fyrstu tíðina undirvísti hon mest í motiónsfimleiki fyri kvinnur, men við tíðini fekk hon eisini stápla lið av meira vandum fimleikarum.

Fimleikurin hjá Lydiu fekk sera góða undirtøku, hon hevði eisini fólk at hjálpa sær, men tá talið av fimleikarum í 1975 kom upp umleið 400, bleiv tað ov nógv fyri hana, og hon umhugsaði at gevast. Men tað vildu hinir fimleikararnir ikki hoyra talan um, og á fundi á Hotel Hafnia tann 21. oktober 1975 var so fimleikafelagið Ljósið stovnað við manni Lydiu, Eliesar Arge, sum formanni og fýra av ungu fimleikarunum í nevndini. Nú vóru tvey fimleikafelg í Havn, Ljósið og Havnar Fimleikafelag.

Ljósið hevur luttikið í nógvum kappingum, bæði í Føroyum og uttanlanda, og felagið hevur fostrað nógvar góðar fimleikarar, sum eru farnir víðari til dans og list av ymiskum slagi. Navnið Ljósið kemur frá yoga-venjingini "ljósið" (akslastøðan)

Fimleikafelagið Ljósið aktiverar hvørja viku 750 fimleikarar í aldrinum 0-71 ár. Formaður í felagnum er Randi Kúrberg, hinir nevndarlimirnir eru: Helle Drews, Gunnvá Gray og Ann Hansen.