Fimleikur aftur á skránni

Eftir at eingin fimleikur var á seinastu Oyggjaleikum, er hetta nú aftur á skránni, og vónirnar til føroyska liðið eru góðar

 

Fimleikur


Ein av ítróttagreinunum, sum Føroyar ofta hava fingið sera góð úrslit í, er fimleikur. Tá Oyggjaleikirnir vórðu hildnir á Gotlandi, var fimleikurin tó ikki á skránni, og sum vera man, var hetta nakað, sum harmaði føroysku luttakararnir nógv.


Vinarlagið sigraði

Heilt uttan avbjóðingar var fimleikafólkið tó ikki. Føroyingar vóru nevnliga ikki tey einastu, sum harmaðust um, at fimleikurin varð tikin av skránni. Heldur enn at sita hendur í favn, varð tí gjørt av, at ein serstøk kapping skuldi skipast millum tey lond, sum høvdu áhuga í at taka lut í hesum. Friendly Games varð hendan kappingin kallað, og beint undan ólavsøkuni fór føroyska ferðalagið av stað til Ynos Mon, sum hevði átikið sær vertsleiklutin.

Úrslitini, sum føroysku fimleikararnir fingu, vóru eisini framúr. Trý gull-, átta silvur- og eitt bronsumerki var úrtøkan hjá teimum vaksnu, tá alt varð talt saman, og harumframt høvdu juniorarnir eisini vunnið trý heiðursmerki. Ikki minst skaraði Helgi W. Olsen framúr, og stóð hann einsamallur fyri teimum trimum gullmerkjunum, umframt at hann eftir kappingina fekk handað steyp sum besti íðkarin hjá monnum. Eisini stóðu Høgni Øster og Marina Moraitis seg rættiliga væl.


Rokna við Helga

Júst Helgi er helst eisini størsta vónin hjá føroyingum. Ikki bert grundað á góðu úrslitini frá Ynos Mon, men eisini tí hann síðani hetta hevur gjørt rættiliga nógv við venjingina. Seinastu fýra árini hevur Helgi nevnliga lisið í Danmark undir sonevndu Team-Danmark skipanini, har útbúgvingin verður løgd soleiðis til rættis, at stundirnar at venja eru rættiliga góðar. Sum skilst hevur Helgi vant einar 20 til 25 um vikuna, og vónandi sæst hetta eisini aftur í avrikunum, tá kappast skal.


Varin venjari

Venjari hjá føroyska liðnum er danin, Henrik B. Bertelsen, sum eisini er í starvi innan menningina av ungum fimleikarum í Danmark.

Hann hevur verið í Føroyum nakrar ferðir, har hann hevur havt venjingar við landsliðnum, og eisini hevur hann verið uttan fyri landoddarnar á venjingarlegu.

Fyri góðum mánaði síðani hittu vit Henrik á máli, og hóast hann ásannaði, at úrslitini hava verið góð áður, so mælti hann tó til varsemi, tá metast skuldi um møguleikan fyri heiðursmerkjum.

- Eg krevji bara, at fimleikararnir gera sítt besta. Meira kann eg ikki krevja, vóru boðini frá venjaranum, sum samstundis legði dent á, at hann einki visti um, hvussu hini londini hava ment seg, síðani kappast varð seinast.

Hvussu er og ikki, so munnu tey fægstu ivast í, at ein hin størsta vónin um føroysk heiðursmerki er hjá fimleikinum, men um tey verða eins nógv í tali, sum tey vóru á Ynos Mon, er kanska meira ivasamt.


Í kassa fyri seg

Heiðursmerki í Fimleiki á Ynos Mon ?99

(Fimleikur var ikki á Oyggjaleikunum hetta árið, men skipað varð kortini fyri sonevndum Friendly Games í fimleiki millum Jersey, Isle of Man, Ynos Mon, Gibraltar, Áland og Føroyar)

Gull: Helgi W. Olsen bundin kapping, gólv

Helgi W. Olsen bundin kapping, lop

Helgi W. Olsen frí kapping, gólv

Silvur: Marina Moraitis bundin kapping, gólv

Liðkapping, kvinnur gólv

Liðkapping, menn gólv

Liðkapping, menn lop

Høgni Øster frí kapping, gólv

Helgi W. Olsen frí kapping, ringar

Helgi W. Olsen frí kapping, lop

Høgni Øster frí kapping, rekk

Bronsa: Liðkapping, kvinnur lop

Høgni Øster bundin kapping, lop


Mynd av venjing

Henrik B. Bertelsen hevur fleiri ferðir verið í Føroyum, har hann hevur díkt á fimleikararnar, sum nú fara at royna seg á Oyggjaleikunum

Mynd: Álvur Haraldsen


Myndir av fimleikarum

Marit Magnussen


Mia Káradóttir


Susan P. Olsen


Marjun Persson


Anita Knudsen


Durita Knudsen


Marina Maraites


Helgi Winther Olsen


Høgni Øster


Tórarin Holm Petersen


Pól Esper Hanusson


Høgni Andersen


Magni Jacobsen