Fimleikurin ? ein fólkaítrótt

Fimleikur: Hósdagin í næstu viku eru 90 ár liðin síðani Jógvan Waagstein og aðrir stovnaðu Havnar Fimleikafelag og nógv vatn er runnið í ánna síðani tá. Fyrstu árini var felagið bara fyri dreingir, men á ein hátt kann sigast at genturnar hava hevnt seg so ruddiliga seinnu árini. Dreingirnir eru yvirhálaðir, men nú tykist teir hava betri hug til fimleikin aftur

Ein dagin á vetri í 1909 gjørdu nakrir menn í Havn av, at nú skuldi fimleikafelag stovnast í býnum, og teir løgdust ikki á boðini.

Við Jógvani Waagstein, sum undangongumanni tóku teir seg um reiggj at skipa fimleikaítróttina í býnum í eitt felag og lítið vistu teir, hvussu stórt hetta felag skuldi gerast, sum tíðin leið.

At felagið varð stovnað í 1909 merkir ikki, at fimleikurin í Havn ikki byrjaði fyrr enn tá, tí í veruleikanum byrjaði sami Jógvan Waagstein við fimleiki í Havn longu trý ár frammanundan.

Í 1906 savnaði hann á frysta sinni dreingir til »gymnastik«, og tað var her grundarlagið til Havnar Fimleikafelag varð lagt.


Nevndin avgjørdi alt

Í teimum døgunum, beint hesumegin seinasta aldarskifti, var ikki so einfalt at gerast í fimleikafelagnum.

Tá var tað ikki sum nú, at hevur tú hug, so ert tú við, men tá skuldi søkjast í hvørjum einstøkum føri, um tú kundi gerast limur í fimleikafelagnum.

Í heila tikið hevði nevndin ein fingur við í øllum, sum fyrifórst í felagnum, tí umframt at gera av um ein umsøkjari slapp at gerast limur ella ikki, avgjørdi nevndin eisini á hvat lið nýggi limurin skuldi og enntá hvør slapp við til framsýningarnar, sum longu tá vóru ein týdningarmikil partur, og sum felagið hevur hildið við líka og útbygt líka síðani.

Í fyrstu nevndini hjá Havnar Fimleikafelag sótu umframt Jógvan Waagstein, eisini Valdemar Lützen, Johan Samuelsen, Kristoffur Ziska, Ove Lützen og Sigurd Christiansen.


Kvinnurnar

sleppa upp í part

Sum vera mann, tá eitt nýtt felag byrjar, so er talið av limum ikki serliga stórt.

Fólkatalið í høvuðstaðnum um aldarskiftið hevur rímuligvís eisini verið avmarkandi í sjálvum sær, so mált til fólkatalið hevur ein limaskari upp á 40 dreingir veturin 1910-1911 verið rættuliga stórur.

Ein annar avmarkandi faktorur var, at í limaskaranum vóru bara dreingir, og orsøkin var heilt tann, at nevndin loyvdi ikki gentum at gerast limir fyrstu árini.

Sum nevnt aðrastaðni skuldi søkjast um limaskap og fyrstu árini noktaði nevndin heilt einfalt gentum atgongd til felagið.

Í 1912 kom broyting í á hesum øki, tí tá »sluppu« fyrstu kvinnurnar uppí. Tað er vert at leggja afturat, at tá í tíðini gjørdu dreingir og gentur ikki fimleik saman, men hvør sær.

Um hetta mundið ber eisini fyri fyrstu ferð til at síggja eina fimleikalærarinnu í bókum felagsins, og er tað Eva Lauritsen, sum var tað fyrsta konubrotið í so máta.

Eftir øllum at døma hevur Eva verið við í fyrsta hópinum av kvinnum, sum gjørdust limir í Havnar Fimleikafelag.


Stórur limaskari í dag

Sum nevnt var limatalið av náttúrligum ávum ikki so stórt í byrjanini, men síðani hevur tað hevnt seg aftur og tað í ríkiligt mát.

? Frá at hava verið einans 40 limir annan veturin eru í dag fleiri enn 1000 limir í felagnum, og av teimum eru gott og væl 200 lagstir afturat seinasta árið, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, sum er formaður í Havnar Fimleikafelag nú.

Og nú formaðurin í felagnum er ein kvinna, er tað so eitt tekin um, at kvinnurnar hava »yvirtikið« felagið?

? Tað kanst tú gott siga, tí genturnar og kvinnurnar í felagnum eru so nógv, nógv fleiri enn dreingirnir. Eg kenni ikki røttu orsøkina til tað, men eg kundi hugsað mær, at ein av orsøkunum er, at tað hevur ikki verið »móti« millum dreingir, at gera fimleik, sigur Elin.

Hon vísir kortini á, at fyri nøkrum árum síðani var alt øðrvísi, tí tá hevði felagið ein góðan og breiðan hóp av dreingjum, sum vóru sera dugnaligir.

Nøkur ár ferðaðist Havnar Fimleikafelag kring landið og tey flestu minnast uttan iva hvussu nógv fólk hesar framsýningar savnaðu.

So hvørt sum dreingirnir vuksu til mans og fluttu uttanlands í lestrarørindum, tók talið av dreingjum at fækkast.

Tilgondin var ikki eins stór og frágongdin, kanska serliga tí at onnur tilboð høvdu nú áhugan hjá dreingjunum heldur enn fimleikurin.

Soleiðis hevur nú gingið í nógv harrans ár. Nógvar gentur og kvinnur, men fáir dreingir og menn.

Á ein hátt kann tí staðfestast at kvinnurnar hava yvirtikið felagið.


Oyggjaleikirnir hava givið vøkstur

Kortini tykist skeiva gongdin nú vera steðga.

Alt fleiri dreingir eru farnir at vísa fimleikinum áhuga aftur, og tað fegnast tey sjálvsagt um í Havnar Fimleikafelag eins og í øðrum fimleikafeløgum kring landið.

Hvørja heldur Elin orsøkina vera til henda vøkstur í áhuganum fyri fimleiki millum dreingir?

? Mín meting er, at dreingirnir leita alt meira burtur frá hørðu og ógvusligu ítróttargreinunum, har teir alla tíðina eru nær knýttir at øðrum - í liðítrótti. Í fimleikinum finna teir møguleikan til at gera nakað sjálvir, og t. d. í reiðskapsfimleiki hava teir ongan annan enn seg sjálvan at líta á. Men tað, sum eg rokni við hevur havt størstu ávirkanina eru Oyggjaleikirnir.

Síðani fimleikurin fekk innivist á Oyggjaleikunum hava vit merkt ein nógv størri áhuga, og tað fegnast vit sjálvsagt um, sigur Elin, sum kortini er eins kedd og øll onnur, at fimleikurin í fyrsta umfari tykist hava mist fótafesti á Oyggjaleikunum. Vónandi kemur hetta skjótt »upp á pláss« aftur.


Høllin eigur

lívið í felagnum

Hóast umstøðurnar í høvuðsstaðnum at íðka ítrótt av ymsum slag ikki eru av teimum ringastu, so eru tær kortini langt frá nøktandi tá hugsað verður um talið á feløgum og íðkandi.

Eins og onnur feløg um tað mundi var Havnar Fimleikafelag heimleyst og húsvilt, og tí varð gjørt av at fara undir at byggja felagnum eina høll.

Tað var í 1974, at dupultfimleikahøllin á Stórheyggi varð tikin í nýtslu, og hana átti felagið sjálvt frá grund til møn.

Tórshavnar Býráð vísti felagnum tað vælvild, at geva teimum grundøkið høllin varð sett á, men restina, so sum fígging og annað mátti felagið sjálvt syrgja fyri.

Hesin parturin var ikki so lítil, og fór við alt meiri tíð frá nevnd og leiðslu felagsins. Nógvur peningur skuldi útvegast til at halda høllina við líka og ikki minst fyri at halda felagnum, sum nú var vaksið so nógv, gangandi.

Hetta fekk ein enda, tá felagið og býráðið í 1995 komu ásamt um at kommunan skuldi yvirtaka høllina, men at felagið so skuldi leiga seg inn ístaðin, og tað er tann skipanin, sum koyrir í dag.

Hesa skipan er formaðurin í felagnum sera væl nøgdur við, og hon vísir á, at einasti dagur felagið ikki nýtir høllina er sunnudag.

? Hinir dagarnir vera brúktir úr enda í annan, sigur hon og vísir við hesum til tað stóra virksemi, sum er í felagnum.

Hon leggur afturat, at hevði felagið ikki havt høllina, so hevði verið illa statt.


Venjararnir

»heimagjørdir«

? Við fleiri enn 100 limum, og fleiri enn 30 liðum, so er neyðugt við góðum hallarviðurskiftum, sigur Elin.

Og til hesi um 30 liðini eru knýttir millum 35 og 40 venjarar.

Men hvussu ber tað til, at Havnar Fimleikafelag t. d. ongantíð hevur havt útlendskan venjara?

? Vit hava ongantíð hildið tað verið neyðugt við útlendskum venjara av teirri orsøk, at tað er ov nógv til ov lítið. Í veruleikanum er bert tann eina kappingin her á landi, og tað hevði kostað alt ov nógv, at havt ein útlendskan venjara til ta einu kappingina, sigur Elin.

Hon sigur, at felagið ístaðin hevur lagt seg eftir at brúka egnar venjarar, og hóast talan í fægstu førum er um fult útbúnar venjarar, so er talan um fólk, sum hava tikið skeið og sum á tann hátt hava útbúgvið seg.

? Og vit hava verið serstakliga væl nøgd við teirra arbeiði, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.


Vit eru á lívi!

Hósdagin eru so liðin níti ár, síðani felagið sá dagsins ljós, men tey, sum hava hug at síggja, hava í morgin møguleikan at leita sær niðan í Norðurlandahúsið har Gallaframsýningin verður.

Orsøkin til at henda framsýningin verður í Norðurlandahúsinum er, at felagið vildi gera nakað serstakt burtur úr degnum, og karmarnir í Norðurlandahúsinum eru so framúr góðir til tað, vil Elin vera við.

Framsýning í morgin verður fyri breiddina, og ikki færri enn 300 íðkandi vera við, so tað er ikki eiti á.

? Sjálvandi verður framsýningin í morgin merkt av degnum, og tí lata vit alt flætta meiri og minni saman, so tað verður eitt sindur av hátíðardámi yvir framsýningini. Men hóast tað so eru fólk úr øllum liðum við til sýningina, sigur Elin.

Men hvørji ynski hevur formaðurin so til framtíðina?

? At vit klára at halda stand við tað góðu gongd felagið hevur í løtuni. Í felagnum fara vit at gera meira vart við okkum, soleiðis at fólk veit, at vit eru til - at vit eru á lívi, og at øll eru vælkomin at vera við í felagnum og tí vit havast at, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.

Føðingardagurin felagsins verður, sum hjá kongi, hildin yvir eitt longri skeið.

Nógv tiltøk eru, og m. a. er skipað fyri Fimleikadegi í høllini á Stórheyggi. Børnini vórðu boðin innar til at síggja og royna útgerðina, og tað tiltakið verður roynt aftur, um ikki í hesum mánaðinum, so fyrst í komandi ári.

Men stóra takið verður í morgin, tá Gallaframsýningarnar í Norðurlandahúsinum fara av barkastokki. Tær verða tvær í tali. Onnur byrjar kl. 16.30 og hin klokkan 19.30.

Sosialurin ynskir Havnar Fimleikafelag hjartaliga tillukku við tí runda degnum, og øll góð ynskir á leiðini fram.