Kristoffer, sum býr í San Diego í Kalifornia, fann eitt trygdarbrek, sum gjørdi, at hann kundi logga seg inn á profilin hjá pápa sínum, sjálvt um hann ikki dugdi loyniorðið.
'
Við at trýsta eitt skeivt loyniorð fyrstu ferð og í einari nýggjari váttanarsíðu nýttist honum bara at fylla feltini við Space-knøttinum, og so kundi hann logga inn.
Sambært sjónvarpsstøðini ABC News gjørdist pápin ovfarin av tí, sum sonurin hevði avrikað, og hann boðaði Microsoft frá veikleikanum í trygdarskipanini. Sum samsýning fekk Kristoffer fýra Xbox One-spøl, eitt gávukort upp á 50 dollarar og eitt árshald til Xbox Live.