Í hesum døgum hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags givið út ikki færri enn fimm bøkur.
- Fyrsta bókin er eftir Linne Bie og ber heitið Rósa Lina fer túr ið er til teir yngru lesararnar. Henda bókin hevur 12 blaðsíður og er úr pappi.
- Onnur bókin er eftir Oddvør Johansen og kallast hon Hin klóka æðan og er søgan úr Hesti har tvær æður fáa olju á seg. Hetta er ein viðkomandi myndabók úr heimligum umhvørvi til tey 3-6 ára gomlu.
- Triðju bókina hevur David Grimstone skrivað um Gladiator-drongin, 1. og 2. partur. Hetta er ein bókarøð, og eru tey longu farin undir at týða 3. og 4. part.
Her er talan um eina spenningsrøð til tey 7-10 ára gomlu.
- Fjórðu bókina hevur Thórarinn Leifsson skrivað. Hon eitur Loyndarmálið hjá pápa, ið viðgerð eitt eymt evni, nevnliga loyndarmál í familjum, og hetta ger hana vælegnaða hjá øllum, sum eru eldri enn 10 ár at lesa og hjá foreldrum teirra.
- Fimta og seinasta bókin í hesum umfarinum kallast Tey í 5. B Vinurin og er tað Helle Thede Johansen, ið hevur skrivað hana. Hetta er næsta bókin í upprunaføroysku bókarøðinium tey í 5.B. Fyrra bókin Vikarurin kom út í 2010, og nam fyrst og fremst við eitt viðkvamt evni sum at hava krabbamein. Sagt verður, at hetta er ein tíðarhóskandi bók til tey 9-13 ára gomlu.