Í minsta lagi fimm fólk eru deyð í eini bussvanlukku í Spania jólaaftan, har ein bussur eftir øllum at døma gleið út av eini brúgv og niður í eina á.
Tvey fólk vóru í nátt framvegis saknað eftir vanlukkuna.
Tað segði spanska bjargingartænastan sambært dpa og Reuters.
Bussurin var á veg úr Vigo til Lugo við níggju fólkum umborð, tá hann fór út av brúnni umleið klokkan 21.30.
Tey bæði, sum vórðu bjargaði, vóru bussførarin og eitt av ferðafólkunum. Tey vórðu tikin av hørðum streym og vóru nakað væl burtur frá bussinum.
Tey vórðu flutt á sjúkrahús við ymsum skaðum.
Enn er ógreitt, hví bussurin gleið út av brúnni og endaði í ánni.
Bjargingin mátti steðgast tveir tímar gjáranáttina vegna ringt veður og nógvan streym í ánni.
Bussurin stendur á einum stað í ánni, har tað er trupult hjá bjargingarliðnum at koma til. Og bussurin er fullur í vatni, segði bjargingartænastan.
Í gjár vóru fólkini í vanlukkuni ikki eyðmerkt. Men sambært einum blað á staðnum La Voz de Galicia var talan um fólk, sum høvdu vitjað familjulimir í einum fongsli í Monterroso.
/ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##