Seinnapartin í gjár hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp við Streymin har tveir bilar stoyttu saman.
Ein bilur kom koyrandi eftir oman eftir høvuðsvegnum, suðureftir, fram við Magnstøðini, tá ið ein bilur, sum kom av Norðskála, ikki helt víkiskylduna, men koyrdi út fyri hann so tað brast.
Løgreglan sigur, at stoyturin var harður og báðir bilarnir fingu so mikið stóran skaða, at pláturnar vórðu tiknar av teimum.
Tilsamans vóru fimm fólk í bilunum báðum, trý fólk í øðrum og tvey í hinum, og tey vórðu øll fimm flutt á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum til kanningar.
Men løgreglan sigur, at tíbetur høvdu tey ikki fingið nakrar nevniverdar snuddir í óhappinunm.
Eisini í Havn hendi eitt ferðsluóhapp, men tað var eitt bagatell. Óhappið hendi tá ið tveir bilar, sum koyrdu sama veg, lið um lið, í hvør sínari vegbreyt bóru við hvønn annan.