Fyrst í hesum mánaðinum varð fyri fyrstu ferð nakrantíð skipað fyri FM-finalu í støddfrøðikappingini Pangea, har skúlanæmingar úr øllum landinum kappaðust um at vera best í støddfrøði.
Samstundis sum tað var FM-finala, so var talan eisini um innleiðandi umfar til DM-finaluna. Nú er so greitt, at tað hevur eydnast fimm føroyskum skúlanæmingum at koma víðari til finaluna í Danmark.
Kappast verður frá 3. til 9. flokk, og føroysk umboð eru í trimum flokkum.
Í bólkinum hjá teimum, ið ganga í 3. flokki, er tað eydnast Jóhann Lenvig, 3.a, Skúlin á Argjahamri, og Jákup Hentze Davidsen, 3.a, Skúlin á Argjahamri, at koma í finaluna.
Ingibjørg Jógvansdóttir, 4.flokkur Skála skúli, skal royna seg móti níggju øðrum luttakarum í bólkinum 4. klassi.
Eisini Marita Arge, 5. flokkur Eysturskúlin, er einsamalli føroyingur í sínum bólki. Hon skal royna seg móti øðrum næmingum í fimta flokki.
Elsta føroyska umboðið á hesum sinni er Brestir Restorff, 9.B Eysturskulin, ið skal royna seg móti 11 øðrum persónum, ið ganga í 9. flokki.
Finalan verður 5. juni í Lyngby.