Sambært týsku løgregluni eru fimm fólk dripin av skotum í býnum, Stade í Týsklandi.
Sagt verður, at tvey fólk eru handtikin í samband við tilburðin, og millum hesi er brotsmaðurin.
Eitt talsfólk fyri týsku løgregluna váttar, at fimm fólk eru deyð, og hetta sigur talsfólkið við týska blaðið, Bild.
Fyrr í dag heitti týska løgreglan á fólk um at halda seg burtur úr einum ávísum øki í Stade.
Seinnu hevur løgreglan aftur boðað frá, at nú er eingin vandi í gøtuni, har skottilburðurin fór fram.
Sagt verður, at skjótingin fór fram við eitt handilshús í býnum, men motivið aftanfyri atgerðina er ógreitt.
Í býnum, har hendingin fór fram, búgva 55.000 fólk, og Stade-býurin liggur einar 35 kilometrar vestanfyri Hamburg.
Eitt eygnavitni sigur, at viðkomandi sá eina kvinnu sita í bili saman við einum ungum manni, og bilurin royndi at koma sær burtur úr økinum.
Løgreglan rópti á bilføraran um at steðga, men bilurin helt fram við at koyra.
Síðan fór løgreglan at skjóta ímóti bilinum, og eygnavitnið heldur, at løgreglan læt eini 10-15 skot av.
##med2##











