Síðan fríggjadagin eru fimm leysir hundar tiknir upp í Havn
Eru tað hundeigarar, sum sakna hund sín í Havn, eru góð ráð at venda sær til politiiið í Havn.
Síðan fríggjadagin eru fimm leysgangandi hudar tiknir upp í Havn: Ein golden retriever, tveir border collie, ein puddil og ein blandaður labradorur.
Av tí at hundarnir ikki hava spjaldur við telefonnummari á, hevur ikki borið til hjá politinum at ringt til eigararnar.
Tað kostar nógv at fáa ein upptiknan hund aftur. Upptøkugjaldið er 300 krónur, og haraftrat skulu gjaldast 125 krónur fyri hvønn dag, hundurin hevur verið í varðveitslu hjá aktingarmanninum.
Eigarin fær eisini 600 krónur í bót fyri brot á hundalógina, tí hundurin gekk leysur.
Hevur eigarin ikki ábyrgdartrygging, er bótin 600 krónur. Bót verður eisini givin fyri hund, sum ikki hevur helsi og spjaldur.