Hesa vikuna vera 10 tey seinastu liðini funnin til Champions League bólkaspælið, sum byrjar miðskeiðis í september. Seinastu undankappingardystirnir eru nevniliga á skránni hesa vikuna, har millum annað FCK úr Danmark skal spæla á Kýpros í annaðkvøld.
Í kvøld vóru nakrar av uppgerðunum spældar.
Mest spennandi dysturin var í Rom í Italia, har AS Roma tók ímóti portugisiska FC Porto. Somu lið møttust í Portugal fyri eini viku síðani í einum dysti sum endaði 1-1, eftir at Roma hevði spælt stóran part av dystinum við einum manni í undirtali.
Tað var tí væntandi at AS Roma fór at draga longra stráðið í kvøld, men so skuldi ikki vera. FC Porto vann nevniliga sannførandi 3-0 sigur á útivølli móti AS Roma, og heldur margháttligt fekk Roma aftur í kvøld reytt kort. Hesa ferð ikki færri enn tvey í tali, har teir spældu seinastu 40 minuttirnar við tveimum monnum í undirtali hesaferð. FC Porto er tí klárt til Champions League bólkaspælið.
Eisini skotsku meistararnir úr Celtic hava í kvøld spælt seg í Champions League bólkaspælið. Teir vunnu fyri viku síðani 5-2 á heimavølli móti ísraelska Hapoel Beer Sheva, men teir mundu í kvøld av álvara brent seg. Celtic tapti dystin í Ísrael 2-0, og fer sostatt víðari við samlaðum 5-4 sigri. Men hevði Hapoel Beer Sheva skorað eitt mál afturat í dystinum, høvdu teir farið víðari til Champions League kappingina orsakað av betri útivallarmálum.
Úrslitini í Champions League í kvøld:
Hapoel Beer Sheva – Celtic 2-0 (Celtic fer víðari við samlaðum 5-4 sigri)
Legia Warszawa – Dundalk 1-1 (Legia fer víðari við samlaðum 3-1 sigri)
Monaco – Villareal 1-0 (Monaco fer víðari við samlaðum 3-1 sigri)
Roma – FC Porto 0-3 (FC Porto fer víðari við samlaðum 4-1 sigri)
Victoria Plzen – Ludogorets 2-2 (Ludogorets fer víðari við samlaðum 4-2 sigri)