Talv
Sjáldsamt er at heili fimm lið stríðast um FM-heitið, men í ár er hetta veruleikin í fremstu deildini í Føroyum. Føroyameistarnir í fjør úr Vestmanna flyta allarhelst niður í 2. deild. Havnarmenn, hvalvíkingar, klaksvíkingar og toftamenn hava alla kappingina verið staddir í toppinum, men eftir at kollfirðingar vunnu stórsigur á einasta botnliðnum í deildini, eru teir nú eisini við í oddastríðnum, enntá sum nummar tvey. Bert eitt stig skilur oddaliðið úr Havnini við nummar fimm! Sí støðuna, sum er í blaðnum í dag.
Kollfirðingar høvdu fingið sær almiklan styrk til dystin móti vestmenningum. Svenski stórmeistarin Tiger Hillarp Persson var aftur at síggja á kollfjarðaliðnum, og hetta skuldi vísa seg at verða sera avgerandi. Tiger vann á IM John Rødgaard, og hinir á liðnum vunnu somuleiðis favoritsigrar. 4-0 og kappingin er nú meira opin enn nakrantíð. Vestmenningar eru nú 7,5 stig frá bjargingini, og tað er ivaleyst ov stórur biti hjá teimum. Spell fyri vestmenningar, at tað varð júst móti teimum at KT valdi at styrkja um liðið.
Javnleikur hjá Havnini
Martin Poulsen var heldur ikki hesu ferð á havnarliðnum sum hitti hvalvíkingar, og tí mátti Olaf Berg traðka í hansara stað. Olaf gjørdi bart og vann á Martin Brekká. Hinvegin megnaði Herluf Hansen ikki uppgávuna á 2. borði móti Finnbjørn Zachariassen.
Haldur Suni Johansen var ikki aktivur seinasta ár, men hevur verður trúgvur í ár. Hann hevur vunnið øll síni fýra talv, sum hann hevur leikt fyri havnaliðið. Í vikuskiftinum vann hann á Sámal Christiansen, men Gunnar Joensen balanseraði dystin við sínum sigri á fjórða borði á Johan E. Hansen.
Havnarmenn vildu helst meir enn 2-2, men hvalvíkingar hava altíð verið drúgvir, og hugsa vit um at Martin Poulsen væntaði á liðnum, eru teir úr Havnini hóast alt kanska nøgdir við úrslitið.
Bogi feldur ? Jens Kristian ikki at steðga
Toftamenn hava í ár blandað seg í oddastríðið, og tað kunna teir takka Boga Ziska og Jens Kristian Hansen fyri. Serliga hesin seinasti hevur verið álitið við nú seks sigrum á rað á øðrum borði. Jens Kristian vann fyri aðru ferð í liðkappingini á Rana Nolsøe.
Bogi hevði undan sætta umfari ikki tapt, men Ólavur Simonsen broytti uppá hetta tá hann vann uppgerðina á fyrsta borði. Finnbjørn Vang úr Klaksvík tapti óvæntað móti Wenzil Højgaard. Tummas M. Anthoniussen vann á fjórða borði, og úrslitið gjørdist tí javnleikur 2-2.
Tá rating viðvíkur eru klaksvíkingar nógv sterkari enn toftamenn, og eru klaksvíkingar tí helst skuffaðir av úrslitinum. Toftamenn hava tó víst seg at vera sera støðugir, og við forminum hjá Jens Kristian í huga kunna teir røkka langt í ár.
Toppskorarar í 1. deild:
Jens Kristian Hansen6/6!
Haldur S. Johansen4/4
Ólavur Simonsen4/6
Hans K. Simonsen4/6
Herluf Hansen4/6
Tummas M. Athoniussen4/6
2. deild
Sandavágsmenn stríddu seg framum runvíkingar í sætta umfarinum. Torkil & co vunnu stórsigur á vestmenningar, 3,5-0,5, meðan runavíkingar og klaksvíkingar leiktu 2-2. Triði dysturin í deildini varð millum HT 2 og HT 3, sum HT 2 vann 3-1.
Veteranurin Jákup Thomsen, sum eftir nógv ár í talvdvala, hevur verið álitið á HT 3. Jákup hevur ognað liðnum 4,5 stig av 5 møguligum. Aðrir stigslúkarar í deildini eru Ingolf Gaard úr Klaksvík (4/4), Torkil Nielsen úr Sandavági (4,5/6), Jógvan Næs (4/6) og Bjarki Ziska (3,5/4) úr Runavíkar Talvfelag.
Sandavágsmenn eru eitt stig fremstir, meðan klaksvíkingar enn eru hálvtfjórða stig aftanfyri runavíkingar.
Anand vann í Wijk aan Zee
Fýra vunnin talv og heili níggju javnleikir, men hinvegin einki tap, varð úrslitið hjá indaranum Viswanathan Anand, sum vann krútsterku stórmeistarakappingina í Wijk aan Zee, Hollandi. Anand vísti sítt virði og vann uppiborið. Í hølunum á honum, við somuleiðis ongum tapi kom óvæntað ungarska Judit Polgar. Hon fylgdi væl við Anand alla kappingina, og var eitt nú um reppið at vinna á júst Anand í næstseinasta umfarinum. Ein mergjað kapping av Polgar, sum nú kanska hevur førkað seg innum topp 10 í heiminum.
Russin Evgeny Bareev, sum vann í fjør, bleiv tann triði í røðini, meðan heili fimm telvarar býttu fjórða plássið, harav Vladimir Kramnik, sum ikki hevði eina nevnuverda kapping um vit hava status og ratingtal hansara í huga. Anatoly Karpov royndi seg aftur millum ungu stjørnurnar, og varð úrtøkan hjá gamla meistaranum á gongdari leið, sum nú kortini ikki rættiliga meir kann blanda seg í absolutta toppin. Men bíta frá sær, kann hann tó av og á.
Unglingarnir Grischuk, Ponomariov og Radjabov, sum allir hava verið í Føroyum í talvørindum, vóru eisini millum luttakararnar. Minni væl gekst hjá Ponomariov.
Endaliga støðan:
Anand8,5 av 13
Polgar8,0
Bareev7,5
Shirov7,0
Van Wely7,0
Grischuk7,0
Ivanchuk7,0
Kramnik7,0
Radjabov6,5
Topalov6,5
Karpov6,0
Ponomariov6,0
Krasenkow4,5
Timman2,5