Á aðalfundinum hjá Føroya Tele í dag varð avgjørt at útluta fimm milliónir krónur til eigaran. Føroya Landsstýrið eigur allan partapeningin í Føroya Tele
Eginpeningurin í Føroya Tele var 372 milliónir krónur við árslok 2008.
Fíggjarætlanin fyri 2009 vísir, at ársúrslitið í 2009 verður heldur frægari enn í 2008, men tað er kortini ilt at meta um, hvussu fíggjar- og búskaparkreppan kann ávirka virksemið og ársúrslitið í ár.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur valt tríggar nýggar nevndarlimir, sum nú telur seks. Tað eru Fanny Petersen, Eyðhild Skaalum og Klaus Pedersen. Heini Zachariassen heldur fram í nevndini, og Ulla Stenberg og Jónhild Rasmussen halda fram sum starvsfólkavald umboð. Reidar Nónfjall og Randi Frederiksberg eru farin úr nevndini. Nevndin hevur skipað seg við Heina Zachariassen sum formanni og Jónhild Rasmussen sum næstformanni.