Fimm skip hjá Strandferðsluni skulu í dokk í ár

Ikki minst verður tað strævið hjá suðuroyingum, tí tá í Smyril fer í dokk, verða ferðamøguleikarnir munandi skerdir

Í ár skulu fimm skip hjá Strandferðsluni í dokk og tá verða tey tikin úr sigling ímillum einar tvær vikur og einar seks vikur. Í siglingini upp á tær smærru oyggjarnar, hevur Strandferðslan Erlu Kongsdóttir at hava til at taka. Men hetta fer serliga at merkjast hjá Suðuroyingum, tí eftir ætlanini hjá Strandferðsluni verður Smyril tikin út sigling 16. august, tá ið hann fer til Danmarkar til eftirlit. Arbeiðið varar einar seks vikur so Smyril verður ikki í suðuroyarsiglingini aftur fyrr enn í fyrstu viku í oktober.

 

Ímeðan skal íslendska ferjan, Herjólfur 3 røkja suðuroyarsiglingina, men hann er væl minni enn Smyril og tekur ikki meiri enn einar 60 bilar, har Smyril tekur yvir 200. Herjólfur tekur stívliga 500 ferðafólk, har Smyril tekur yvir 900 ferðafólk.

 

Sosatt verður talan um eina munandi skerjing og herfyri ásannaði Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni fyri okkum, at hetta fer at kevja neyva tilrættislegging frá hjá Strandferðsluni, men eisini hjá vinnulívi og ferðafólki. Í hesum sambandi verður neyðugt hjá ferðafólki og vinnulívi at hugsa seg um, nær tey ferðast og flyta farm, tí uttan iva verður <herjólfur ov lítil onkuntíð.

 

Jóan Petur Abrahamsen sigur, at ætlanin er, at Herjólf skal sigla tveir túrar um dagin, har tað, í høvuðsheitum, verður siglt við ferðafólki og bilum, men so verður tann farmurin tikin við, sum pláss er fyri. Síðani er ætlanin at hann eisini skal sigla ein farmatúr um náttina.

 

Hann sigur, at Herjólfur klárar ikki meiri enn tríggjar túrar um samdøgurið. Men mitt í viku vænta tey, at tað kann ganga, men hann ásannar, at serliga um vikuskiftini kann tað verða ein trupulleiki.

 

Annars skal Sam, sum siglur út í Kalsoynna, eisini á beding í tvær, tríggjar vikur og tað verður væntandi í september. Eisini Teistin skal til eftirlit í ár. Teistin fór á dokk 9. Mai, men mátti aftur í sigling 12. mai, tá ið Hasfjord fekk skaða. Tí er væntandi, at Teistin fer aftur í dokk í september

 

Somuleiði skal Ritan, sum siglur til Fugloyar og Svínoyar, til vanligt eftirlit og tað verður væntandi síðst í oktobur og tá verður hon tikin úr sigling í umleið tríggjar vikur. Og at enda skal Sildberin, sum siglur upp á Skúgvoy, til vanligt eftirlit í ár og tað fer hann væntandi mitt í november og tað varar í umleið tvær vikur.