Fimm svimjarar til Baku

Svimjisamband Føroya hevur úttikið teir fimm, sum skulu umboða Føroyar á evropisku leikunum í Baku.

Úttøkukapping var í svimjihøllini í Havn um vikuskiftið, har seinasti møguleiki var hjá svimjarunum at náa kravtíðirnar til evropisku leikirnar í Baku í juni.

Svimjisamband Føroya hevur nú úttikið tey fimm, sum skulu umboða Føroyar í Baku.

Tey eru, 

Marius Ihlen Gardshodn, Havnar Svimjifelag, Ásbjørg Hjelm, Ægir, Signhild Joensen, Ægir, Maria Antoft, Havnar Svimjifelag og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard, Havnar Svimjifelag.

Við svimjarunum fara ferðaleiðari Anni á Hædd og venjari Petur Heðin á Fløtti.

 

Evropeisku Leikir 2015 verða í Baku, høvuðsstaðnum í Aserbadjan, frá 12. til 28. juni 2015, har svimjistevnan er frá 23. til 27. juni. Sí www.baku2015.com

 

Talan verður um eitt risa tiltak, umfatandi einar 6000 íðkarar frá 30 ítróttagreinum.

 

Tógvið stríð hevur verið við at tryggja føroysku svimjarunum luttøku, við tað at SSF sum fullgyldugur limur í evropeiska svimjisambandinum LEN eigur fullan rætt at luttaka á EJM, samstundis sum fyriskipararnir av hesum fyrstu Evropeisku Leikum vildu avmarka luttøkuna í Baku til lond við olympiskum limaskapi.

 

Ein neyðsemja varð at enda funnin, sum sigur at føroysku svimjararnir ganga undir flagginum hjá LEN í Baku, men annars í LEN­-høpi verða skrásettir sum Føroyar.