Fimm TB spælarar eru skaddir

Hjá ÍF ræður tað um ikki at leypa framav, heldur venjarin, sum er væl nøgdur við álopið

Fyri TB kendist tað vera stórt vónbrot, tá ið tað við síðsta sparkinum í dystinum eydnaðist Víkingi at skora sigursmálið í Sarpugerði ímóti TB.

Nú er TB aftur á veg norður í Eysturoy at spæla. Hesa ferð verður tað í Fløtugerði í Fuglafirði ímóti ÍF.

-Sjálvandi vóru vit allir vónbrotnir, eftir at tað so leingi hevði gingið so væl við liði, sum er illa rakt av skaðum. Vit vístu, at vit eru á góðari leið, og samstundis sóu vit, at tað kann kosta heilt nógv, tá ið man ikki varðveitir fokus heilt til endan. Tað vóni eg, at vit lærdu av, sigur TB venjarin Michael Winter.

Fimm TB spælarar eru ikki tøkir, tí teir eru skaddir: Mark Kongsted (1 vika), Musah Armah (2 mánaðir), Rógvi Joensen (brotið bein 3 vikur), Aron Sørensen (vøddaskaði 1 vika) og Einar Thorsteinsson (brotið bein 1 vika).

ÍF venjarin Ólavur Larsen hevur gott mót undan ársins fyrsta heimadysti:

-Vit vístu á Eiði, at vit eru væl skipaðir í verjuni. Í álopinum eru Uros Stojanov og Filip Djordjevic væl upplagdir. Takið er at fáa skipað uppleggini til teir báðar nóg væl og samstundis at halda skipanina á miðvøllinum við atliti til verjupartin, sigur Ólavur Larsen.

Hjá ÍF eru Ari Ó. Ellingsgaard og Gunnar Christiansen skaddir. Felags fyri teir er, at tað er skaði í knænum, sum í fleiri vikur hevur hildið teimum burtur frá venjing. Enn er ikki greitt, nær teir aftur vera førir fyri at fara á vøllin.

ÍF – TB: Petur Reinert kl. 16.00.