Fimm trolarar landað á Sandi

Fiskiskapur

Á virkjunum hjá Sandoy Seafood í Sandoynni hava tey havt úr at gera í longri tíð, og hendan vikan er einki undantak í so máta.
Ikki færri enn 5 trolarar hava lagt veiðina upp á Sandi í vikuni, og bæði á virkinum á Sandi og í Skopun standa tey uppundir hendur í fiski, sum tikið plagar at vera vil.
Mánadagin landaðu Research og Skansatangi smá 100.000 pund, harav meginparturin av veiðini var hvítur fiskur.
Mikudagin vóru Kolumbus og Nornagestur inni; teir høvdu eini 300.000 pund, meginparturin upsi.
Tá ið vit frættu av Sandi hósdagin, var Eysturbúgvin eisini inni við fullum skipi, helst yvir 200.000 pundum, meginparturin upsi.