Landsverk hevur nú valt fimm umsøkjarar til at lata inn tilboð upp á at projektera skúladepilin við Marknagil í Havn Í november í fjør kundu áhugaðir heildarráðgevarar søkja um góðkenning til at geva tilboð upp á verkætlanina, og inn komu 28 umsóknir. At eitt felag skal søkja um undangóðkenning merkir, at tey 5 feløgini, sum verða mett at hava besta førleikan til arbeiðið, verða vald burturúr og sleppa síðani at bjóða upp á prosjekteringina. Útbjóðingartilfarið verður sent teimum fimm feløgunum í næstum.
Tey fimm feløgini, sum eru vald út, eru sett saman av føroyskum og norðurlendskum fyritøkum, sum hava tikið seg saman í størri eindir til at projektera verkætlanina. Tey fimm eru BIG, CUBO, Erik Møller Arkitekter, Link Signatur og Selmar Nielsen Arkitektur.
Landsverk skrivar á heimasíðu síni, at tilgongdin at byrja upp á sjálvt arbeiðið er drúgv, og at tað fara helst at ganga umleið hálvt triðja ár, áðrenn sjálvt arbeiðið upp á skúladepilin fer í gongd.
Freistin hjá teimum fimm til at lata inn tilboð upp á prosjekteringina verður væntandi fyrst í mei í ár, skrivar Landsverk á heimasíðuni.