24 spælarar hava í kvøld fingið boð um at møta upp til fyrireikingarnar upp undir landsdystirnar ímóti Norðurírlandi á heimavølli fríggjakvøldið 4. september og tríggjar dagar seinni, mánadagin 7. september, á útivølli ímóti Finnlandi.
Millum hesar eru teir báðir, sum hava verið í miðverjuni í báðum sigrunum á Grikkalandi – Atli Gregersen og Sonni Ragnar Nattestad. Atli er leikbannaður í fyrra dystinum, og Sonni Ragnar hevur einki felag og restar harvið dystarvenjing:
-Atli er so týdningarmikil fyri hópin, at eg havi sent honum boð um at møta longu undan fyrra dystinum. Sonni Ragnar hevur staðið seg væl í landsdystunum. Tað er óheppið, at hann ikki er í nøkrum felag, og at hann harvið ikki er í dystarvenjing. Sonni Ragnar venur við B36, og sambært Eyðun Klakstein er hann væl fyri. Jóannes Jakobsen hevur vant saman við honum, og hann hevur staðfest, at Sonni Ragnar Nattestad er væl fyri likamliga. So er tað upp til hann undir fyrireikingunum at vísa, at hann er nóg væl fyri at spæla landsdystir.
Lars Olsen harmast um, at Jóhan Troest Davidsen orsaka av skaða ikki er tøkur. Jónas þór Næs er komin fyri seg aftur, og hann verður við. Tað er Gilli Sørensen eisini. Hann er komin fyri seg eftir skaða.
-Viljormur Davidsen og Ari Mohr Jónsson hava verið evni til vinstra vongverjan. Teir eru báðir skaddir og harvið ikki tøkir. Tí er tað kærkomið, at Jónas þór Næs í B36 hevur víst seg at vera góður á vinstra vongverja, sigur landsliðsvenjarin.
Í álopinum hevur Finnur Justinussen fingið møguleikan saman við Klæminti A. Olsen og Jóan Símun Edmundsson.
-Eg veit, at Finnur misnýtti fleiri møguleikar ímóti B36 í dag. Men hann var væl upplagdur, og tí havi eg sent boð eftir honum.
Merkisvert er tað, at ikki færri enn fimm Víkinga spælarar hava fingið landsliðsboð. Bárður Hansen hevur givið avboð orsaka av, at hann skal til sveinaroynd. Allir hinir í Víkinga verjuni eru úttiknir – Atli Gregersen, Erling Jacobsen og Hanus Jacobsen. Umframt teir eru Sølvi Vatnhamar og Finnur Justinussen boðsendir at vera við í fyrireikingunum til hesar báðar landsdystirnar.
Tað eru bara tey fýra, sum eru ovast á stigatalvuni Í EFFO deildini, ið eiga spælarar í 24 mannahópinum: Víkingur (5), B36 (4), NSÍ (3) og HB (2).
Málverjar
Gunnar Nielsen, Stjarnan (ICE)
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, B36
Verja
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Sonni Ragnar Nattestad, FCM (DEN)
Jónas þór Næs, B36
Rógvi Baldvinsson, Ålgård (NOR)
Erling Jacobsen, Víkingur
Hanus Jacobsen, Víkingur
Gilli Sørensen, AaB (DEN)
Miðvøllur
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Fróði Benjaminsen, HB
Hallur Hansson, Vendsyssel (DEN)
Róaldur Jakobsen, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Brandur Hendriksson, FC København (DEN)
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger (NOR)
René S. Joensen, Vendsyssel (DEN)
Árni Frederiksberg, NSÍ
Álop
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, Vejle (DEN)
Finnur Justinussen, Víkingur