Sum ásett í Tingskipanini, so heldur er frágreiðing løgmans á skránni á tingfundinum ólavsøkudag klokkan 13. Tá fer løgmaður at leggja fram ætlanir landsstýrisins fyri komandi árið. Umframt røðuna, so verður eisini lagdur fram ein løglisti við teimum lógaruppskotum, sum landsstýrið hevur í hyggju at koma við komandi árið.
Talan er um fimdu ólavsøkurøðuna hjá Akseli V. Johannesen. Ta fyrstu helt hann á ólavsøku í 2016. Síðani afturí 2017, 2018 og í 2019.
Í 2020 helt Bárður á Steig Nielsen sína fyrstu ólavsøkurøðu. Hann hevur hildið til samans tríggjar ólavsøkurøður, tí umframt 2020 helt hann eisini røðuna í 2021 og í 2022. Av røttum átti hann at hildið røðuna í ár eisini, tí regluliga valið til Løgtingið skuldi ikki verið fyrr enn 31. august í ár.