"Søga og stev" nevnist bókarøð, sum Árni Dahl hevur skrivað, og sum Forlagið Fannir gevur út. Í fyrstu bókini er beinagrindin kvæði, ið er yrkt í farnu øld beinleiðis eftir føroyskum sagnum, men her er eisini annað tilfar uppií - bæði eldri og yngri. 2. bók viðger kendastu donsku fólkavísurnar, 3. bók tekur til viðgerðar kvæði, ið eru yrkt eftir íslendingasøgum, og í 4. bók eru kvæði, sum viðgera tvey høvuðsevni: Tíðrik og hansara menn og so ástarsøguna um Hábarð og Signu.
Í hesum døgum kemur 5. bók í røðini, og hon greiðir nærri frá kendastu tættum okkara og nøkrum gamanskvæðum. Tekstirnir, ið eru umrøddir/viðgjørdir, eru ellivu í tali: "Ánaniasar táttur", "Brókartáttur", "Fuglakvæðið eldra", "Fuglakvæðið yngra", "Fruntatáttur", "Gorplands kvæði", "Leirvíks Páll", "Hústrú og bóndi", "Boaratátturin", "Falkaríman" og "Sambandsfall".
Bókin er tilsamans 185 síður til støddar og kostar við stívari permu 150 krónur. Á permuni er mynd av listaverki, sum Frimod Joensen hevur málað.