Fimtan tríburðar hittast

Leygardagin var ?tríburðatreff? í Vestmanna skúla. Tá hittust tey fimm tríburðapørini í Føroyum at hugna sær saman við foreldrum og systkjum

Tann 7. oktobur 1965 var stórur dagur í Føroyum. Tá fingu Judith og Ólavur Nolsøe í Dali tríburðar. Hetta vóru fyrstu tríburðar í Føroyum - ið menn vita um - sum komu vælskapt í verðina.
               Síðani hava 4 onnur føroysk tríburðapør sæð dagsins ljós. Teir yngstu vórðu føddir í 1999.
-         Tað er vorðið alt meiri og meiri vanligt at gera stevnur av øllum
ymisum slagi, eitt nú tvíburðastevnur og mammubólkar. So hví ikki eisini ein tríburðastevna, sigur Dia Jacobsen í Fuglafirði, sum tók stig til at savna tríburðarnar.
Tríburðarnir og familjur teirra hittust í skúlanum í Vestmanna seinasta leygardag.
               - Tað var sertakliga hugnaligt, og vit funnu beinanvegin saman, bæði vaksin og børn, sigur Dia.
               Hann sigur, at tey hava sjálvsagt felagsroyndir at skifta orð um, so tímarnir fuku avstað. Øll høvdu okkurt til matna við sær, og borðreitt varð við øllum møguligum góðum.
               - Hetta var fyrsta tríburðastevna í Føroyum, men verður avgjørt ikki tann seinasta, siga fyriskipararnir.
               Og hvør veit ? tann 7. oktobur 2005 fer kanska ikki at fara so stillisliga aftur við borðinum.
Livst so spyrst.