Finalan kom til høldar

Uttan nakran slingur í valsinum togaðu Neista-kvinnurnar seinasta stikkið heim, tá tær staðfestu finaluplássið

StÍF-Neistin 22-31 (6-16):


Júst StÍF var mótstøðuliðið, tá Neistin byrjaði upptúrin, sum nú hevur ført liðið í FM-finaluna.

Tann dystin var annars um reppið, at Neistin mátti veittrað endaliga farvæl til finalumøguleikan, men við einum stórum taki seinastu minuttirnar fingust stigini kortini til høldar.

At sjálvsálitið er batnað síðani, var sjón fyri søgn leygardagin. Frá fyrsta bríksli varð ferðin á dystinum skrúvað í topp, og Neistin streyk avstað undan mótstøðuni.

Í álopsspælinum gekk tað fyri tað nógva heilt skjótt fyri seg. Og var møguleikin at kontra, varð hetta eisini gjørt.

StÍF hevði sum so einki at spæla fyri í dystinum. Og tó at tær eisini royndu at gera sítt, so var munurin í motivatiónsfaktorinum rættiliga sjónligur. Somikið sjónligur, at dysturin var mest sum av, tá liðini fóru til hálvleiks.

Neistin megnaði heldur ikki at halda høgu leikferðini allan dystin á tamb. Ikki tí, at tað gjørdi tann stóra munin samanlagt. Sigurin kom so als ikki í vanda, og so var fagnaðurin øgiligur, tá liðið hevði staðfest finaluplássið. Eitt finalupláss, um fyrstu vikurnar í ár tóktist hanga í einum ógvuliga klønum tráð. Men sum liðið við einum sera góðum endaspurti so ruddiliga vann sær rættin til.


Fakta um dystin

StÍF-Neistin 22-31 (6-16)

10 min: 2-7

20 min: 3-11

40 min: 8-20

50 min: 16-26

Málskjúttar

StÍF: Rebekka Justinussen 9(1), Rósa Johansen 5, Ninna K. Johansen 5, Sunfríð Johansen 2, Sólfríð Christiansen 1

Neistin: Nicoleta Radu Hansen 8, Ása á Neystabø 5, Rakul Augustinussen 4(1), Ása Christiansen 3, Elin Holm 3, Marjun f. Danberg 3, Anna Clementsen 2

Brotskøst: StÍF 1, Neistin 1

Útvísingar: StÍF 2, Neistin 3

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen