Finalan skal bjarga árinum

- Eg rokni við, at liðini fara at spælið eitt varisliga, og dysturin verður sera tættur, sigur Klæmint Matras, liðformaður hjá B36, sum leggur sera stóran týdning í steypafinaluna í morgin

Í morgin skal B36 gera kappingarárið 2006 gylt við at vinna finaluna í steypakappingina. Meistararnir úr Havn eru dottnir aftur um í stríðnum um FM-heitið í ár, og nú skal steypagullið bjarga árinum.
- Tað er eitt sera stórt vónbrot fyri okkum, at vit ikki eru við í stríðnum um FM her móti endanum av kappingini, og tí hevur steypafinalan alt at siga nú. Hon skal bjarga okkum árinum, sigur Klæmint Matras, verjuspælari hjá B36.
- Vit ætlaðu okkum avgjørt at kappast um FM í ár, men tað eru longu fleiri umfør síðani, at vit mistu okkara møguleika. Vit hava ikki spælt nóg støðugt í ár, og ein orsøk til tað kann verða, at vit fleiri ferðir hava havt nógvar dystir eftir stuttari tíð.
B36 vann seg víðari í innleiðandi kappingini í Champions League, og tað kravdi nógv av liðnum.
- Tað kostar orku at spæla fýra strævnar altjóða dystir, samstundis sum vit skuldu halda fast í toppinum í Formuladeildini. Eg haldi, at vit mistu onkur stig, sum kanska ikki høvdu mist annars orsaka av strævna programminum, sigur Klæmint Matras.
 
Tøtt finala
Nú snýr tað seg so sum finaluna í kappingini um Løgmanssteypið, sum verður spæld í morgin kl. 17.00. B36 hevur seinnu árini vunnið steypakappingina tvær ferðir, og báðu ferðirnar var Klæmint Matras við á liðnum, og hann vónar, at tað í morgin verður til eitt hattrick í steypasigrum.
- Vit spældu eina góða hálvfinalu ímóti EB/Streymi, men eg vænti ikki við, at finalan verður líka lívlig. Tá vóru vit eitt mál aftanfyri, og teir skuldu eisini bara hava eitt mál fyri at avgera hálvfinaluna, so bæði liðini lupu á.
- Eg rokni við, at liðini fara at spælið eitt varisliga í finaluna, og dysturin verður sera tættur. Hvørgin parturin vil leypa fram av, tí sigurin hevur so stóran týdning fyri bæði feløgini, sigur Klæmint Matras.
B36 manglar miðvallarspælaran Mikkjal Thomasen til finaluna í morgin. Mikkjal, sum hevur spælt tveir teir seinastu landsdystirnar á tamb, hevur leikbann til finaluna. Allir hinir spælararnir hjá B36 verða klárir til finaluna.
- Hetta er tað, sum vit veruliga hava at spæla fyri í ár. Sigurin í steypakappingini gevur eisini møguleikan at spæla í UEFA Cup, so vit hava veruliga nakað at stríðast fyri í morgin, sigur Klæmint Matras.