Flogbóltur
Um vikuskiftið varð árliga Mjølnir-kappingin fyri vaksin í flogbólti leikt. Hjá teimum bestu liðunum er hetta kappingin, har seinnu finalistarnir til steypafinalurnar skulu finnast, og tí er einki at siga til, at stór orka verður løgd í kappingina.
Nýggir vinnarar
Fyrsta av ymsu kappingunum, sum eru á skránni í flogbóltsárinum, var Fleyr-kappingin, og her eydnaðist tað SÍ hjá monnum og TB hjá kvinnum at vinna seg fram til finaluna.
Hvørgin teirra endaði tó ovast, tá kappast varð í Klaksvík. Hjá monnunum stóð finaludysturin ímillum ÍF og Mjølnir, og her gjørdist talan um ein spennandi dyst. Ending varð tó, at ÍF við einum 3-2 sigri tryggjaði sær rættin til at spæla í finaluni.
Hetta var líka sum eitt punktum fyri einum vónbroti hjá Mjølni, tí heldur ikki í kvinnudeildini eydnaðist klaksvíkingunum at spæla seg fram til steypafinaluna. Her stóð finalan millum ÍF og Mjølnir, og fuglfarðakvinnurnar gjørdu bart, tá tær vunnu ein tryggan 3-0 sigur.
Annars vann SÍ kvinnukappingina í bæði 1. og 2. deild. Í fyrstu deild var tað Fleyr, sum mátti lúta fyri sørvingunum, og í triðju deild gjørdist fuglfirðingar ov stuttir.
Hjá monnunum gjørdist Fleyr vinnari í 1. deild eftir finaludyst móti Fram, men sum eitt plástur á sárið fekk Fram tó steypið fyri kappingina í 2. deild.