Finaludystur á Giljanesi: Í dag fellur kanska avgerðin

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag bresta saman í røttum oddabraki á Giljanesi í dag. Greitt er, at annar teirra verður føroyameistari.

Hans Kristian Simonsen - hevur tikið øll á bóli. Hevur fult stigatal eftir fimm umfør. Í dag møtir hann favorittinum Høgna Egilstoft Nielsen. Mynd: jn.fo.

Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag, sum hava vunnið hvørt talv higartil í FM-einstaklingakappingini í talvi, og eru einsamallir á odda í landsliðsbólkinum, bresta saman í røttum oddabraki á Giljanesi í dag. Greitt er, at annar teirra verður føroyameistari.

 

Báðir vunnu aftur í gjár.  Hvørgin mótstøðumaðurin formáddi sær stórvegis. Hans Kristian tók Flóvin M. Tummsarson á bóli í byrjanarspælinum, og vann enntá mann longu í fimtanda leiki. Petur Magnussen, ið telvaði móti Høgna, tóktist eitt sindur fjálturstungin og á ótryggari grund í byrjanarspælinum, og misti finnu tíðliga í spælinum. Eftir tað gjørdist einki.

 

Allir, ið høvdu hvíta fólkið í FM-bólkinum, vunnu í gjár. Luitjen A. Apol koppaði Jón í Horni, og endiliga bragdið hjá Martini Poulsen, sum í sínum lagi vann sannførandi á Eliasi Petersen.

 

Sætta umfar verður í dag. Byrjað verður klokkan 14.00. Kappingin endar í morgin, tá sjeynda og seinasta umfar verður telvað. 

 

Til ber at fylgja við beinleiðis hvussu telvað verður leik fyri leik á øllum borðum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

5. umfar (1. apríl kl. 17:00)

 

Hans Kristian Simonsen - Flóvin Matras Tummasarson 1 - 0

 

Høgni Egilstoft Nielsen - Petur Gardar Magnussen 1 - 0

 

Luitjen Akselsson Apol - Jón í Horni Nielsen 1 - 0

 

Martin Poulsen - Elias Petersen 1 - 0

 

Landsliðsbólkurin - støðan

 

1-2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5 stig

 

1-2. Hans Kristian Simonsen, KT 5

 

3. Luitjen Akselsson Apol, HT 3

 

4. Elias Petersen, HT 2

 

5. Jón í Horni Nielsen, ST 1½

 

6. Flóvin Matras Tummasarson, HT 1½

 

7. Martin Poulsen, HT 1

 

8. Petur Gardar Magnussen, HT 1

 

6. umfar (2. apríl/skírisdagur kl. 14:00)

 

Hans Kristian Simonsen - Høgni Egilstoft Nielsen

 

Petur Gardar Magnussen - Luitjen Akselsson Apol

 

Jón í Horni Nielsen - Martin Poulsen

 

Flóvin Matras Tummasarson - Elias Petersen

 

7. umfar (3. apríl/langi fríggjadagur kl. 14:00)

 

Høgni Egilstoft Nielsen - Flóvin Matras Tummasarson 

 

Luitjen Akselsson Apol - Hans Kristian Simonsen

 

Elias Petersen - Jón í Horni Nielsen

 

Martin Poulsen - Petur Gardar Magnussen 

 

Hinir bólkarnir

 

1. bólkur

 

1. Markus Jacobsen, KT 4½ stig

 

2. Rókur Davidsen, KTF 4

 

3. Margar Berg, HT 3

 

8 telvarar í alt.

 

Almennur bólkur

 

1. Bogi á Kósini, KTF 4½ stig

 

2. Karl M. Dahl, KT 4

 

3. Ingi Højsted, 3½

 

14 telvarar í alt. 

 

Unglingar

 

1. Djóni Jakobsen, HT 4½ stig

 

2. Andrew Xin, HT 4

 

3. Sámal Isfeldt Nesá, HT 3

 

 

 

9 telvarar í alt.

 

Kappingin í veteranbólkinum byrjar í dag. Átta telvarar kappast.

 

Hans Kristian Simonsen - hevur tikið øll á bóli. Hevur fult stigatal eftir fimm umfør. Í dag møtir hann favorittinum Høgna Egilstoft Nielsen. Mynd: jn.fo.