Manshondbóltur
Størsta partin av endaspælinum hevur spurningurin bara verið, hvør skuldi fylgja VÍF í FM-finaluna. Vestmenningar hava støðugt hildið sær á oddaessinum í deildini, og við einum sigri á KÍF høvdu teir møguleikan til mest sum at sementera oddasessin.
Hóttu við sorli
Úrslitið stafðestir, at hetta ikki eydnaðist hjá VÍF. Og tað er freistandi at siga, so langt ífrá.
Kollfirðingar vóru nevnliga alla tíðna grammara liðið sunnudagin. VÍF fekk kanska betri byrjanina, men so tóku gestirnir yvir. Sum ikki eina ferð var Damir Oros framúr væl upplagdur, og líkamikið, hvussu vertirnir royndu, so eydnaðist ikki at seta skotsterkasta spælaran í landinum út av spælinum.
Og tá Óla Kristian Djurhuus í málinum so eisini hevði ein av sínum heilt góðu døgum, stóð av álvara á hjá VÍF.
Sum minuttirnir gingu eftir steðgin, so bendi alt eisini á veruligan stórsigur til gestirnar. Spakuliga toygdu teir leiðsluna alt meira, og hóast time-out varð tikið av VÍF-beinkinum, so gjørdist leiðslan eitt skifti heili seks mál.
Trý sekund eftir
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk VÍF tó fatur um endan. Damir Oros noyddist av vøllinum eina løtu, og hetta ørkymlaði kollfirðingum nakað. Munurin minkaði støðugt, og bara fimtan sekund undan dystarloki komu vertirnir upp á javnleikin.
Kollfirðingar vóru tó ikki lidnir, og við seinasta skotinum í dystinum sendi Gert Hansen eitt undirhondsskot avstað. Bólturin smeyg sær í meskarnar, og so var fagnaðurin ovurstórur. KÍF er enn við í stríðnum um finalupláss, men vestmenningar skulu nú til at ansa sær heilt væl, um teir ikki skulu missa sessin.
Fakta um dystin
VÍF-KÍF 26-27 (12-16)
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 5, Harald Bjørgvin 5, Agnar Joensen 4, Ingi Olsen 4, Áki G. Olsen 3, Sjúrður Poulsen 3, John Zachariassen 1, Regin Joensen 1
KÍF: Damir Oros 11(2), Daniel Rapa 6, Gert Hansen 5, Rógvi Weihe 2, Teitur Joensen 1, Niklas Reginsson 11, Finn Heri Johannesen 1
Brotskøst: VÍF 1, KÍF 3
Útvísingar: VÍF 7, KÍF 3
Diskvalifikatiónir: VÍF 1 (3X21 minuttir)
Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum