Rindaðu 1,8 milliardir í vinningsbýti í Føroyum

Men tað er stórur munur á, hvat tey ymsu sløgini av virksemi kastar av sær

Í fjør fingu partaeigarar 1,8 milliard í vinningsbýti í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Sostatt var vinningsbýtið í fjør næstan 600 milliónir meira enn í 2020, tá vinningsbýtið var gott og væl 1,2 milliardir krónur. Í hesum sambandi eru peningastovnar, og onnur fíggjarlig vinna, ikki tald við.

 

##med2##

 

Bólkarnir, ið hava útlutað mest vinningsbýti í 2021 eru »Landbúnaður og fiskiveiða« sum útlutaði 466 milliónir í vinningsbýti, »Framleiðsluvinna« útlutaði  507 milliónir í vinningsbýti og bólkurin »Heil- og smásøla, og umvæling av akførum«, útlutaði 445 milliónir í vinningsbýti. Tølini vísa millum annað, at samstundis sum vinningsbýtið í bólkinum »Landbúnað og fiskiveiðu« og í »Framleiðsluvinnu«, lækkaði í 2020 og hækkaði so aftur í fjør, so hækkaði vinningsbýti innan «Heil- og smásølu; umvæling av akførum«, bæði í 2020 og fjør. 

 

##med3##

 

Í bólkinum »Landbúnaður og fiskiveiða« eru tað serliga flokkarnir »Fiskiveiða« og »Aling«, ið útluta nógv vinningsbýti. Í 2020 var vinningsbýtið hjá feløgum í flokkinum »Fiskiveiðu« 105 milliónir krónur men í fjør var tað 131 milliónir, ella 26 milliónur hægri. Fyri feløgini í flokkinum »Aling« var vinningsbýtið 335 milliónir í fjør milliónir og tað eru 149 milliónir meira enn í 2020, tá ið vinningsbýtið var slakar 186 milliónir krónur.

 

Í bólkinum »Framleiðsluvinna« eru tað serliga feløgini innan matvøruframleiðslu, ið hava útlutað nógv vinningsbýti. Í fjør vórðu 395 milliónir útlutaðar sum vinningsbýti og tað eru 265 milliónir hægri enn 2020, tá vinningsbýtið var 130 milliónir krónur.

 

##med4##

 

Vinningsbýtið í bólkinum »Heil- og smásøla« og »Umvæling av akførum«, var 445 milliónir í fjør. Her vóru tað í mestan mun flokkarnir »Søla av bilum«, »Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum« og »Onnur serheilsøla«, ið hava útlutað nógv vinningsbýti.

 

Vinningsbýtið hjá feløgum í flokkinum »Søla av bilum« var 26,3 milliónir í fjør. Í »Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum«, vórðu slakar 228 milliónir goldnar í vinningsbýti, har bróðurparturin, ella 218 milliónir, var í »Heilsøla við øðrum matvørum, heruppií fiski, krabbadýrum og lindýrum«.

 

Vinningsbýtið í »Onnur serheilsøla« var slakar 90 milliónir. Flokkurin »Onnur serheilsøla« fevnir serliga um vinnugreinarnar »Heilsøla av brennievni og líknandi í føstum, flótandi og gassformi« og »Heilsøla av timbri, byggitilfari og sanitetsútgerð«.