Samráðingar
Teir togaðust í 66 tímar út í eitt. Men so glapp.
Tíðliga í gjáramorgunin skrivaðu Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálastýrið undir nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar sum arbeiða hjá tí almenna.
Tað var seinnapartin sunnudagin klokkan 14, at partarnir settust til samráðingarborðið saman við semingsmonnunum, men ikki fyrrennn klokkan 6 mikumorgunin hildu semningsmenninir, at tíðin var búgvin at leggja semingsuppskot fyri partarnar. Og tað eydnaðist, tí báðir partar góðtóku partarnir.
Nýggi sáttmálin umfatar maskinmeistarar við skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins,
maskinmeistarar í almennari tænastu á landi og fyri maskinmeistarar við á Magnusi Heinasyni.
Nýggi sáttmálin er galdandi frá 1. mars í ár til 1. oktoober 2003. Eftir semjuni hækkar vanliga lønin 7,3% til samans í sáttmálaskeiðnum. Tann 1. mars í ár hækkar hon 3,65% og 1. mars næsta ár hækkar hon aftur 3,65%.
Harafturat eru umflokkingar eru gjørdar á Strandferðsluni og hjá almennum á landi. Somuleiðis eru ymiskir batar gjørdir í sáttmálatekstinum.
At enda kann nevnast, at avtalu eisini er gjørd um tiltøk at styrkja førleikamenning, eldrapolitikk, familjupolitikk og javnstøðu.
Umframt lønarhækkingina, eru eisini aðrir batar gjørdir í sáttmálanum. Eitt nú er loksins ásett, at maskinmeistarar nú skulu hava yvirtíð av einum fullum ársverki, tað hava teir ikki fingið áður.
Somuleiðis skal viðbótin til maskinmnnunum hækkast .
Umframt hetta, eru rættiliga nógvir maskinmeistarar fluttir upp í hægri lønarflokkar og lønartalvur.
Trivnaðurin bøttur
Umframt sjálva lønina, eru eisini ymsar ásetingar í nýggja sáttmálanum sum kunnu nevnast trivnaðarmál.
Eitt nú eigur konufólk, ið eru við barn, eigur at siga stovninum frá í minsta lagi 3 mánaðir, áðrenn hon væntar at eiga.
Hinvegin fáa konufólk fulla løn frá tí hon verður óarbeiðsfør, tó í minsta lagi í átta vikur, áðrenn hon væntar sær at eiga og tilsamans 24 vikur.
Afturat hesum kann hon fáa frí við ongari løn í 6 vikur. Harafturat kann hon eftir umsókn fáa frí við ongum missi í starvsaldri í fimm mánaðir.
Men umframt hetta, kann konufólk fáa sjúkrafrí í upp tilæ seks mánaðir, tá ið hon við læknaváttan prógvar, at tað stendst heilsuvandi fyri hana sjálva, ella fyri fostri, at vera til arbeiðis. Í serligum føri kann hon fáa frí enn longri.
Tann, sum ættleiðir børn, kann fáa tænastufrí í 24 vikur við løn.
Hinvegin kann mannfólk, ið verður pápi, ella ættleiðir børn, fáa frí í ein mánað við ongari løn
Harafturat er avtala gjørd um førleikamenning, eldrapolitikk, familjupolitikk og