Í dag er 4. mai, og tað merkir at nú er ikki loyvt at koyra við píkadekkum. Tað er ikki loyvt at koyra við píkadekkum frá 1. mai til 15. oktober, men tað eru ikki allir bilførarar, sum enn hava fingið upp í lag at, ella ikki hava hugsað um at skift dekk.
Men í hesum døgum hevur løgreglan eitt serliga vakið eyga við ferðluni og kannar um bilførarar hava skift dekkini.
Og síðani 1. mai, fríggjadagin, hevur løgreglan eisini givið nøkrum bilførarum bót fyri at koyra við píkadekkum. Bótin er 1.000 krónur.
Annars sigur hann frá kaldari veðri seinni í vikuni og fríggjadagin sigur hann enntá frá vátaslettingi, ella kava og um náttina er vandi fyri frosti.