Hesa seinasta tíðina hevur ALS gjørt nógv burtur úr at førleika menna arbeiðsleys.
Men tað var ein ávís hending, sum serliga setti ferð á hendan partin av virkseminum hjá Arbeiðsloysisskipanini.
- Tað er eingin ivi um, at tað setti tankarnar ígongd hjá okkum, tá ið Fiskavirking fór á heysin upp undir jól í 2010, sigur Ernst Jacobsen, stjóri í ALS.
- Tá vóru fólk frá ALS úti á flakavirkjunum og vit sóu neyðina hjá fólki sum alt í einum høvdu fingið teppið rykt undan sær -og kanska allara familjuni- beint upp undir størstu hátíð okkara.
- Tá ásannaðu vit, at ALS skuldi ikki longur bara verða ein skipan, sum bara rindar pening ut til arbeiðsleys.
Tí hevur ALS hesa seinastu tíðina gjørt nógv fyri at førleikamenna arbeiðsleys við undirvísing og starvsvenjing av ymsum slagi.
Tað er kanska heldur ikki so stór skomm longur at missa arbeiði.
- Vit hava fólk, sum sjálvboðin lata okkum brúka tey í lýsingum fyri Arbeiðsloysisskipanina.
Ernst Jacobsen ivast onga løtu í, at nógv tey flestu vilja hava arbeiði.
- Men sjálvandi eru eisini altíð onkur, sum vilja misbrúka eina skipan. Sostatt er tað sjálvandi eisini onkur, sum heldur vilja ganga fyri einki.
- Men sum heild ivist eg ikki í, at ALS er ein sera gagnlig skipan og at nógv tey flestu, sum eru í henni, vilja slepp aftur til arbeiðis.
- Vit hava eisini fingið gott samband við arbeiðsgevarar, sum hava víst á, at teir hava fólk, sum vilja sigast úr starvi.
- Men tað er dýrt, tí nú eru 10 daga bíðitið at sleppa í ALS og hevur tú sjálvur sagt teg úr starvi, er bíðitíðin ein mánaði.
- Somuleiðis eru karantenurnar herdar fyri at nokta at átaka sær eitt starv, sum ALS ávísir.
- So tað er rættiliga dýrt, tí nú er tað ikki longur so lætt at ganga fyri einki.
- Men tað hevur eisini stóran týdning, at arbeiðsgevarar gera vart við seg, skuldu teir varnast okkurt, ið ikki er, sum tað eigur at vera, tí vit mugu ikki koma hartil, at ALS skipanin verður fyribeind av misnýtslu, sigur stjórin.
- Øll kunnu missa arbeiðið og tá skal ALS verða trygdin fyri at tey koma so snikkaleys ígjøgnum tað, sum gjørligt og tískil hevur tað stóran týdning at fyribyrgja misnýtslu, leggur hann afturat.
Talvan vísir miðal útgjaldið úr ALS hesi síðstu fýra árini. Tað sæst, at tá ið lógin varð broytt í 2009, hækkaði útgjaldið munandi. Tá ið hon so aftur varð broytt fyrst í ár, lækkaði tað aftur 600 krónur um mánaðin. Hvørt skeið er tvær vikur, so nú fær ein arbeiðleysur, við fullum útgjaldi, 11.220 krónur um mánaðin